
21.10.2025
Umbyggingin av Duty Free er seinkað
Umbyggingin av Duty Free er nakað seinkað, og tískil letur handilin ikki upp aftur 14. novembur sum ætlað, men hósdagin tann 20. novembur. Haldið okkum til góðar.
Til ber tó framvegis at bíleggja frammanundan á dutyfree.fo, so tínar vørur eru klárar at heinta, tá tú kemur á flogvøllin. Legg til merkis, at pre-ordrar skulu verða Duty Free í hendi í seinasta lagi 2 tímar áðrenn fráferð/komu. Tú kanst lesa meira um pre-order skipanina her: Duty free
Kafe FAE er opin sum vanligt í hesum tíðarskeiðnum.
Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum í nýggja handilin tann 20. novembur.