Umbygging av Duty Free
21.10.2025

Umbygging av Duty Free

Vegna umbygging verður Duty Free handilin stongdur í tíðarskeiðnum 24. okt. – 13. nov.

Í hesum tíðarskeiðnum verður tó møguligt at bíleggja frammanundan á dutyfree.fo, so tínar vørur eru klárar at heinta, tá tú  kemur á flogvøllin. Legg til merkis, at pre-ordrar skulu verða Duty Free í hendi í seinasta lagið 2 tímar áðrenn fráferð/komu.Tú kanst lesa meira um pre-order skipanina her: Duty free

Kafe FAE er opin sum vanligt í hesum tíðarskeiðnum.

Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum í nýggja handilin tann 13. novembur.