
06.09.2011
Nýggju innflúgvingarljósini tendraði
Eftir eina væleydnaða roynd í nátt, verða nýggju innflúgvingarljósini móti Sørvágsvatni nú tendraði. Talan er um 430 m av nýggjum ljósum á mastrum upp til 30 m høgar. Seinni verða flashljós sett upp longur út á vatnið.
Gomlu innflúgvingarljósini, hvørva undir fylluni og verða tí tikin burtur. Í næstum verður fínplanerað og asfalterað.
Arbeiðið við liðugtgerðini av lendingarbreytini heldur fram eftir ætlan.