Nýggj heimasíða til tollfríusøluna á flogvøllinum
05.03.2015

Nýggj heimasíða til tollfríusøluna á flogvøllinum

Duty Free FAE á flogvøllinum í Vágum hevur fingið eina nýggja heimasíðu; heimasíðan er: www.dutyfree.fo 
 
Heimasíðan er ment av Formula; ítøttum samstarvið við starvsfólkini á Duty Free FAE, og samskipanini hevur Dánjal Samuelsen fyri tað mesta staði fyri.

Á heimasíðuni er allar tøkar vørur lýstar; og av tí at heimasíðan hevur beinleiðis samband til goymsluskipanina hjá felagnum, so ber altíð til at síggja hvat fyri vørur eru á lagur.

“Tað hevur stóran týdning, at ferðafólk vita hvat er tøkt í handlinum, tá ið tey skulu ferðast út og heim. Vit eru í harðari kapping við eitt nú Kastrup, serliga tá ið tað kemur til sølu av luktilsi, húðrøkt og líknandi. Nú veit kundin altíð hvat vit hava á hyllunum, og harvið vóna vit eisini at flýta meira av søluni í Kastrup heim til Føroyar”, sigur Jonny M. Prisco, leiðari í handlinum.

Hon leggur afturat, at grundleggjandi hevur handilin á flogvøllinum lagt seg eftir at vera bíligari enn kappingarneytarnir í útlondum, serliga í Kastrup – og tað vil Duty Free FAE halda áfram við at gera. “Vit vilja vera bíligari enn kappingarneytarnir”, leggur hon afturat.

Á heimasíðuni ber til at velja sær tær vørur sum man vil hava, og síðan senda sær sjálvum ella øðrum sum skulu ferðast ein teldupost við teimum ynskjum, sum man hevur.

Næsta stig á leiðini er ein loyalitetsskipan, sum eisini er ment saman við Formula.

Sìðsta og endaliga stigi í hesum umfarinum er ein ”prebook” skipan har kundin velur vøruna, sum so stendur klár við komu ella fráferð. ”Prebook” skipanin er serliga ætla til tey sum ikki hava goða tíð og ferðast ofta. Við ”prebook” skipanini hava tey bílagt og goldið vøruna áðrenn tey fara ella lenda. Tey skulu sostatt bara heinta vøruna í handlinum.