02.07.2014

Methøgur vøkstur á flogvøllinum í juni

Flogferðslan heldur áfram við at seta met. Í mánanum har Vága Floghavn lat upp nýggja farstøð og tænastubygningar og Atlantic Airways legði fram teirra nýggju strategi vaks ferðafólkatalið við 20,7 %.

Hetta merkir, at 27.303 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í juni í ár, í mun til 22.611 ferðafólk í juni 2013.

Vøkstur á øllum rutunum

Danmarkarleiðin er framhaldandi nógv tann størsta farleiðin til og frá Føroyum. Hon stendur fyri umleiði 80 %. Síðan kemur leiðin til Reykjavíkar, Bergen og London. Ferðafólkatali til og frá Noreg er vaksið við umleið 2000 ferðafólkum higartil í ár; og ein stórur partur av tí vøkstinum kann skyldast óljuvinnuni.

Tyrluflutningurin er sum beinleiðs tengdur at óljuvinnuni stendur higartil fyri flutningi av umleið 1000 fólkum í ár.

Samlaði vøksturin

Samlaði vøksturin higartil í ár er 7,9 %. Hetta merkir, at higartil í ár hava 112.162 ferðafólk ferðast umvegis flogvøllin, í mun til 103.937 sama tíðarskeið í 2013.

Vøkstur er á øllum leiðunum og eisini hava nógv fleiri leiguflogfør verið í Vágum higartil í ár, í mun til 2013.

Nýggja farstøðin

Fólk hava tikið væl ímóti nýggju farstøðini, men enn eru nakrir manglar bæði í farstøðini og uttanfyri, harumframt, so skal parkeringin eisini skipast betur í næstum.

”Vit læra av teimum fólkum sum brúka farstøðina og parkeringsøki, og arbeiða nú við at bøta um skeltingina og leiðbeiningina á staðnum. Fólk hava verið sera beinasom og eru komin við nógvum góðum hugskotum um, hvussu vit kunnu bøta um ymist viðurskiftir, og tað taka vit væl ímóti”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.