Met í bæði ferðafólkatalinum og methøgur regularitetur á flogvøllinum í Vágum
06.10.2014

Met í bæði ferðafólkatalinum og methøgur regularitetur á flogvøllinum í Vágum

Aftur í septembur setti flogvøllurin met í ferðafólkatalinum. 21.281 ferðafólk komu og fóru umvegis nýggju farstøðina og tað er ein vøkstur á 5,3 % í mun til septembur 2014. Higartil í ár hava sostatt 200.314 ferðafólk verið á flog, og er hetta ein samlaður vøkstur á gott 7 % í mun til somu tíð í 2013.

Tað gongur væl at fylla flogførini sum flúgva umvegis Vága Floghavn. Bæði tey seinastu árini hevur ferðafólkatalið sett met og vøksturin sær út til at halda sær, og sum tað sær út so verður 2014 aftur eitt metár.

”Tað, at Atlantic Airways í stóran mun hevur lækkað prísin og flýgur longri til eitt nú Barcelona, sær út til at hava havt eina jaliga ávirkan á eftirspurningin og ferðsluna, umframt at óljuvirksemi í summar hevur givið nakað av sær”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn

Eisini hevur 2014 verið merkt av einum stórum vøkstri í talinum av øðrum flogførum, frá øðrum flogfeløgum. Hesi hava verið nýtt til ad hoc chartertúrar av føroyskum og útlendskum veitarum og serliga til chartertúrar í samband við manningaskift og annað.

Methøgur regularitetur

Síðani flogbreytin bleiv útbygd, nýggj innflúgvingartól og nýggjar ljósmastrar blivu settar upp hevur regulariteturin á flogvøllinum sett met ár eftir ár. Eisini RNP-tøknin hjá Atlantic Airways hevur bøtt munandi um regularitetin.

Vága Floghavn skrásetir allar avlýsingar og seinkingar, sum standast av eitt nú mjørka og vindi. Aðrar seinkingar sum standast av eitt nú teknikki ella seinkadari fráferð frá øðrum flogvallum, verða ikki tikin við í regularitetstølini hjá Vága Floghavn. Tølini sum framganga eru seinkingar uppá meira enn 15 minuttir.

Higartil í ár er regulariteturin á flogvøllinum 99,3 % Hetta merkir, at 99,3 % av flogførunum eru komin og farin við einari seinking á minni enn 15 minuttir. Til samanberingar kann nevnast at regulariteturin í 2008 var 96,6 %