Løgur/væta í handviðførinum
Les her um ásetingar um løg/vætu í handviðførinum
Løgur ella onnur flótandi væta í handviðførinum skal verða í ílati, ið ikki kann taka meira enn 100 ml.
Tú hevur møguleika at hava meira enn eitt ílat við løgi/vætu við, tó ikki meira enn, at tað kann rúmast í einum plastikkposa, ið tekur í mesta lagi 1 litur. Tú kanst bara hava 1 sovorðnan posa við.
Hevur tú pinkubarnamat, heilivág ella rakføði við á ferðini, ið er inniheldur meira enn 100 ml ella taxfree løg/vætu (ið er keypt í floghavnini og er pakkað inn í innsiglaðum posa, og har kvittanin sæst) er tað loyvt at hava hetta við, men tað skal trygdarkannast.
Tú skalt taka allan løg/vætu úr handviðførinum og leggja hann sjónliga í plastikkbakkan í trygdareftirlitinum, soleiðis at tað liggur sjónligt fyri trygdarfólkunum. Tað kann koma fyri, at løgurin/vætan verður tikin burturfrá til eyka trygdarkanning.