06.11.2014
Jákup Egholm Hansen er settur í starv sum nýggjur rakstrarleiðari á Vága Floghavn
Jákup Egholm Hansen er settur í starv sum nýggjur rakstrarleiðari á Vága Floghavn. Hann avloysir Finnboga Niclasen, sum eftir 36 ár fer frá við eftirløn.
Jákup Egholm Hansen útbúgvin artitektur og hevur eisini tikið Master prógv innan leiðslu í Aberdeen.
Harumframt hevur hann eina røð av skeiðum og eftirútbúgvingum og hollar starvsroyndir innan ráðgevara- og projekteringsvirksemi og fyrisiting.
14 umsóknir vóru til starvið sum rakstrarleiðari á Vága Floghavn.
Jákup Egholm Hansen byrjar í starvinum 1. desembur.