
Høvuðsráðgevarasáttmálin um útbyggingina av farstøðini í Vága Floghavn undirskrivaður
Fríggjadagin 14. november 2025 undirskrivaðu partarnir fyri SMJ og Vága Floghavn undir høvuðsráðgevarasáttmálan fyri útbyggingina av farstøðini í Vága Floghavn.
Tann 10. juni í ár varð kunngjørt, at SMJ saman við Zeso (DK), Kontrast (FO), Spenn (FO) og Niras (DK), vann verkætlanarkappingina um útbyggingina av farstøðini í Vága Floghavn. Síðani tá hava samráðingar verið millum partarnar og nú er høvuðsráðgevarasáttmálan undirskrivaður, so at projekteringin av álvara kann fara í gongd.
”Vit eru fegin um at hava undirskrivað sáttmálan, so projekteringin kann fara í gongd. Eisini fegnast vit um, at halda áfram við góða samstarvinum við SMJ og øll, ið eru partur av hesi stórslignu verkætlan.”


Á myndunum síggjast stjórin fyri Vága Floghavn, Regin I. Jakobsen og stjórin fyri SMJ, Pætur Jakobsen, skriva undir.