Flogbreytin liðug asfalterað
23.07.2025

Flogbreytin liðug asfalterað

Asfaltering av flogbreytini í Vágum er ein heilt serlig og krevjandi uppgáva, sum krevur neyva planlegging og tilrættalegging, fyri at fáa asfaltering og dagliga flogferðslu at sampakka.

 

32 ára gamla asfaltið endurnýggjað

Elsti parturin av flogbreytini var seinast asfalteraður í 1993 – tvs. fyri meira enn 30 árum síðani, og báðir endarnir vóru asfalteraðir í 2011, tá flogbreytin var longd. Asfaltið á elsta partinum av flogbreytini hevur verið serstakliga væl gjørt, og hevur hildið óvanliga leingi. 

 

Drúgvar fyrireikingar

Vága Floghavn fór undir fyrireikingarnar at leggja nýtt asfalt á alla flogbreytina longu fyri 2 árum síðani, tá farið varð undir at gera útbjóðingartilfar. Tá projekttilfarið var liðugt, og ein tíðarætlan var gjørd, vóru øll flogfeløgini, sum flúgva regluliga til flogvøllin í Vágum, kunnað um arbeiðið í juli í fjør, so tey kundu tilrættaleggja sínar ferðaætlanir í mun til asfaltarbeiðið. Neyðugt er at gera tílíkt arbeiðið um summarið, tá veðrið og hitin er bestur til tað. Tí hevur tað eisini sett krøv til flogfeløgini, sum ikki hava kunna dúva uppá at flúgva um náttina, um veðrið hevur arga onkuntíð.

Samskiftið við Landsverk um sjálva asfaltframleiðsluna byrjaði eisini fyri einum ári síðani, og stutt eftir byrjaði samskiftið við áhugaðar arbeiðstakarar, um at gera arbeiðið.

(Mynd: Landsverk)

 

Arbeiðsgongdin

HJ Asfalt í samstarvi við EM asfalt, hava staðið fyri asfaltarbeiðstøkuni, meðan Landsverk hevur framleitt alt asfaltið. Harumframt hava sera nógvar flutningsfyritøkur koyrt asfaltið í termolastum fyri at halda hitan, av Asfaltverkinum á Sundi, til flogvøllin.

Asfalteringin er gjørd um náttina, tá tað hevur verið turt í veðrinum. Millum 100 og 150 metrar av flogbreytini eru asfalteraðir við 800 til 1000 tonsum av asfalti hvørja nátt. Samstundis hava J & K Petersen, saman við Install, staðið fyri at flyta banaljós burtur, og seta tey uppá pláss aftur áðrenn flogferðslan er byrjað morgunin eftir. Somuleiðis eru allar strikur málaðar av nýggjum á asfalteraðu økjunum hvørja nátt. Eini 60 fólk til samans hava luttikið í arbeiðinum. 

Ráð hevur havt byggileiðsluna um hendi, og Rambøll hevur projekterað og havt fakeftirlitið við arbeiðinum.

(Mynd: Landsverk)

 

Næstu stigini

Asfaltering av flogbreytini er fyrsti parturin av hesi stóru verkætlanini hjá Vága Floghavn, sum samlað kostar beint omanfyri 100 mió. kr. 

Næstu stigini fevna um at skifta øll bana- og innflúgvingarljós út til LED-ljós, sum eru minni orkukrevjandi. Harumframt verða vendiplássini í báðum endum á flogbreytini breiðkað frá verandi 45 m til 68 m, soleiðis at tað gerst lættari hjá øllum flogførum at snara, umframt at slitið á asfaltið gerst væl minni. J & K Petersen fór undir fyrireikingarnar til víðkan av vendiplássunum í vár, har stórar uppfyllingar av trygdargeirunum eru gjørdar í báðum endum. Beint eftir summarsteðgin verður farið undir sjálvt arbeiðið at víðka vendiplássini, og beinanvegin tað er liðugt, verða tey asfalterað og tikin í nýtslu.

Alt arbeiðið verður eftir ætlan liðugt um mánaðarskiftið september/oktober 2025.

Landsverk hevur tikið myndir og gjørt upptøkur av asfalteringini, sum eisini liggja á teirra heimasíðu.