Avhending av nýggju farstøðini og tænastubygningunum á flogvøllinum í dag
Á lítlari samkomu á flogvøllinum í dag fór avhendingin av bygningunum fram í nýggja fundarhølinum hjá Vága Floghavn.
Til staðar vóru umboð fyri Articon, Faerport, Vága Floghavn og spf. Ráð.
Vága Floghavn fegnast um arbeiðsgongdina og takkaði Articon fyri sera gott samstarv í samband við byggingina á flogvøllinum.
Arbeiði hevur gingið gott, hóast veðrið í vetur, hevur verið søguliga vánaligt. Allir partar hava arbeitt miðvíst fram ímóti at tryggja at fíggjar- og tíðarætlan kemur til at halda. Og tað er alt sum bendir á at bæði tíðar- og fíggjarætlanin heldur.
Vága Floghavn nýtti eisini høvi at takka Articon fyri eina sera greiða tilgongd til arbeiði á staðnum – eitt arbeiði sum nú merkir at eitt nýtt kapittul í føroyskari flogsøgu byrjar 17. juni, tá ið nýggja farstøðin verður tikin í brúk.