Yvir 250.000 ferðafólk umvegis Vága Floghavn í 2014
01.02.2015

Yvir 250.000 ferðafólk umvegis Vága Floghavn í 2014

2014 hevur verið eitt sera hendingarríkt ár hjá flogvøllinum í Vágum. Umframt at nýggj farstøð og nýggir tænastubygningar blivu tiknir í nýslu í juni; so hevur ferðafólkatalið aftur sett met. Heili 250.287 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin í 2014 og er hetta ein vøkstur á 6 % í mun til 2013.

Vága Floghavn fjórstørsti altjóða flogvøllur í danska kongaríkinum

Við vøkstrinum í 2013 og 2014 hevur Vága Floghavn staðfest sína støðu sum fjórstørsti altjóða flogvøllurin í danska kongaríkinum. Einans Kastrup, Billund og Aalborg hava fleiri altjóða ferðafólk enn Vága Floghavn. Hetta merkir sostatt, at Vága Floghavn er størri enn eitt nú flogvallirnir í Aarhus, Odense, Esbjerg og Grønlandi. Eisini er Vága Floghavn nú størri enn næststørsti flogvøllurin í Íslandi, Akureyri.

Vøkstur innan øll virkisøkini

Tað sær út til, at tað hevur verið vøkstur innan øll virkisøkini hjá Vága Floghavn. Ferðafólkavøksturin sæst beinleiðis á botnlinjuni og oljuflúgvingin gav eisini eitt gott íkast. Eisini vøksturin í sølu av tollfríari vøru styrkir um inntøkugrundarlagið hjá flogvøllinum.

”Við bøttu umstøðunum til at selja tollfrítt, so kunnu vit veruliga taka kappingina upp við eitt nú flogvøllin í Kastrup og flyta søluna til føroyingar og útlendingar frá Kastrup og heim til Føroyar. Vit hava lagt okkum eftir at selja vøruna til ein lægri prís enn í Kastrup, og tað sær út til at eydnast. Meirsølan á flogvøllinum í Vágum kemur brúkarinum beinleiðis til góðar, tí at tað letur upp fyri møguleikanum at lækka um ella geva avsláttrar av tænastugjøldini, sum eitt nú Atlantic Airways í dag rindar ein stóran part av”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn

Bøta enn meira um umstøðurnar at fremja flogvinnu

Eftir at tær stóru útbyggingarnar eru um at vera lidnar, so fer flogvøllurin at arbeiða meira miðvíst við at bøta um regularitetin, sum annars var methøgur í 2014. Eisini fer nevnd og leiðslan á Vága Floghavn at arbeiða við at menna onnur virkisøkir og annars brynja flogvøllin til framtíðina.

Spennandi 2015

Vága Floghavn metir annars, at 2015 verður eitt spennandi ár. Atlantic Airways hevur satsað uppá at økja um flúgvingina til teir nærliggjandi marknaðirnar; og hóast at Vága Floghavn harmast um, at Atlantic Airways valgdi at niðurleggja rutuna til Milano og London, og at velja Edinburg framum Aberdeen; so vil flogvøllurin fegin, saman við Atlantic Airways vita, hvussu tær nýggju ruturnar kunnu fáast í eina trygga og burðardygga legu. Samband er ímillum Vága Floghavn og Atlantic Airways um hetta.

Hóast at tað ikki verður nøkur óljuflúgving í 2015; so væntar Vága Floghavn, at tað verður ein lítil vøkstur í ferðafólkatalinum í 2015.

Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn heldur, at nýggja prísstrategiin hjá Atlantic Airways, ið gevur ein lægri prís á ferðaseðlum og menningin av Føroyum sum ferðamannalandi, fara at stimbra eftirspurningin eftir flogferðaseðlum til og frá Føroyum. Eisini vónar hann, at jaliga gongdin við at alt fleiri flogfeløg og flogtypur royna seg á flogvøllinum fer at halda áfram. Arbeiði við at tekkjast øðrum flogfeløgum og arbeiða fyri eisini at onnur flogfeløg byrja fasta flúgving uppá Føroyar heldur eisini áfram, leggur hann afturat.