Vága Floghavn væntar met í 2015
04.08.2015

Vága Floghavn væntar met í 2015

Vága Floghavn tók ímóti 40,798 ferðafólkum í juli, og tað er ein vøkstur uppá knapt 4000 ferðafólk í mun til juli síðsta ár. Higartil í ár hava 164,486 ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn. Tað eru gott 15,300 fleiri enn somu tíð í 2015 ella ein vøkstur uppá 10,3%

Juli er vanliga tann mánin har tað ferðast flest fólk umvegis Vága Floghavn, og soleiðis hevur eisini verið í ár.

Vøkstur er á øllum leiðum. Vøksturin á Danmarkarleiðunum, Keypmannahavn og Billund er tilsamans 8%. Vøksturin til og frá Reykjavík 10%, Bergen er 25% og til Stórabretlands 35%. Vøksturin á leiðunum til Mallorca, Barcelona og ad hoc chartertúrar hjá øðrum feløgum teknar seg fyri ein vøkstur uppá 18%

“Gongdin í ferðafólkatalinum hevur verið jalig meginpartin av árinum, og vøksturin sær til at halda sær. Atlantic Airways ger tað gott, og tað sær út til at Visit Faroe Islands veruliga hevur fingið fótin fyri seg. Tað vísir seg nú, at ferðavinnan hevur megnað at flutt føroyska ferðavinnu framá við teirri miðvísu marknaðarføring. Kanningar á flogvøllinum vísa nevnliga at alsamt fleiri útlendsk ferðafólk koma umvegis Vága Floghavn”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri

Hóast høga ferðafólkatalið, serliga í juli, so er tey á flogvøllinum glað fyri nýggju karmarnar. Tað er greitt, at tað til tíðir kann verða eitt sindur trongt mitt í háárstíðini, tá ið so nógv ferðafólk skulu avgreiðast, men tað hevur gingið sera væl at fáa avgreitt øll ferðafólkini.

“Fáast og ongar seinkingar ella avlýsingar hava verið, og tað hevur hjálpt okkum væl í summar. Tað kann gerast eitt sindur trongligt, tá ið longri seinkingar eru um summari. Vit arbeiða framvegis við optimeringum og lurta eftir góðum ráðum frá ferðafólkum. Tað sum liggur næst fyri er, at vit fáa eini 400 parkeringspláss afturat”, sigur stjórin á Vága Floghavn.