Vága Floghavn sendir nú rokningar fyri parkering út
03.10.2016

Vága Floghavn sendir nú rokningar fyri parkering út

23. maj 2015 tók Vága Floghavn í brúk nýggja parkeringsskipan, har tey sum nýta parkeringsøkið hava møguleika at gjalda fyri parkering í sjálvari farstøðini ella umvegis heimasíðu okkara www.fae.fo. Skelta er við hesum við innkoyringina til flogvøllin, í sjálvari farstøðini, á heimasíðu okkara og í faldarum.

Gongdin higartil hevur víst, at ikki øll nýta møguleikan at avgreiða síni viðurskiftir við sjálvavgreiðslu. Trupuleikar við skipanini hava viðført, at Vága Floghavn ikki hevur havt møguleika til at senda út rokningar til hesi viðskiftafólk. Trupuleikarnir eru nú loystir, og vit eru byrjaði at senda út rokningar til tey sum ikki hava avgreitt gjalding fyri sína parkering sjálvi.

Vit harmast um, at tað hevur tikið okkum so langa tíð at fáa skipanina til at senda út rokningar til viðskiftafólk okkara at virka, men vóna tit bera yvir við okkum. Vit mæla samstundis okkara viðskiftafólkum til at upprætta ein brúkara og avgreiða síni viðurskitið umvegis www.fae.fo