Søgulig útbúgving hjá AFIS-tænastuni á Vága Floghavn
14.10.2019

Søgulig útbúgving hjá AFIS-tænastuni á Vága Floghavn

Fyrsti AFIS-næmingurin útbúgving í Føroyum

Fríggjadagin í seinastu viku var tann fyrsti (Aerodrome flight information service) AFIS-næmingurin, sum hevur tikið útbúgvingina í Føroyum, liðugur við útbúgvingina. Talan er um 35 ára gamla sørvingin, Hans Kári Hansen, sum nú heldur fram í føstum starvi sum AFIS-starvsfólk á flogvøllinum. Hans Kári Hansen er frammanundan útbúgvin maskinmeistari, og hevur í fleiri ár siglt við skipum hjá m.a. seismikk-felagnum PGS.

Í januar í ár, var fyrstu ferð, at Vága Floghavn sjálvt søkti eftir 2 nýggjum næmingum til AFIS-tænastuna á flogvøllinum. Áður hevur tað verið danska felagið Naviar, sum hevur sett og útbúgvið AFIS-næmingar.

Áhugðin fyri hesum útbúgvingarstørvunum var stórur, og 9 søktu um at koma inn á útbúgvingina, sum byrjaði hálvan februar í ár. Eftir lokna útbúgving byrja AFIS-næmingarnar í føstum starvi á AFIS-tænastuni á Vága Floghavn, har tað frammanundan starvast 4 AFIS-starvsfólk, umframt avloysarar. Øll starvsfólkini í føstum starvi eru føroyingar.

Sum nakað nýtt avgjørdi Vága Floghavn, at so stórur partur sum til bar av útbúgvingini, skuldi takast í Føroyum, og hava hesir báðir næmingarnir tískil tikið alt uttan simulator-venjingarnar í Føroyum. Ongin simulator til slíka útbúgving er í Føroyum, og tí er framvegis neyðugt at takað hendan partin uttanlanda.

Útbúgvingin av teimum báðum næmingunum í Føroyum hevur gingið sera væl. Samstarvið við undirvísarar, sum eru komnir til Føroya ymsastaðni úr Europa, hevur riggað væl, og teir báðir næmingarnir hava víst stórt hegnið og áhuga”, sigur Jákup Egholm Hansen, flogvallarleiðari, sum hevur havt ábyrgdina av útbúgvingini av teimum báðum næmingunum, vegna Vága Floghavn.

 

Nýggjur dagligur leiðari fyri AFIS-tænastuni

AFIS-tænastan á Vága Floghavn hevur eisini fingið nýggjan dagligan leiðara. Seinastu tíðina hevur Anna Eva Villefrance frá Naviar í Danmark verið dagligur leiðari, men í seinastu viku avgjørdu Vága Floghavn og Naviair í felag at seta føroyingin, Jákup Gardar Joensen, sum nýggjan dagligan leiðara fyri AFIS-tænastuni.

Jákup Gardar Joensen hevur starvast hjá AFIS-tænastuni í 3 ár, og hevur m.a. havt ábyrgd av útbúgvingarøkinum. Jákup Gardar Joensen hevur tí eisini staðið fyri praktisku útbúgvingini í torninum av teimum báðum AFIS-næmingunum, harav Hans Kári Hansen var liðugur við útbúgvingina seinasta fríggjadag.

Jákup Gardar Joensen er 38 ára gamal, og hevur frammanundan útbúgving sum vinnuligur flogskipari og innan marknaðarføringsbúskap. Hann tekur við starvinum sum dagligur leiðari hin 1. nov. 2019.

 

AFIS-tænastan á føroyskar hendur

Vága Floghavn er í løtuni í gongd við fyrireikingarnar at yvirtaka AFIS-tænastuna frá danska statsliga felagnum Naviar.

Landsstýrið og danska Trafikministeriet gjørdu í 2017 avtalu um heimtøku av AFIS-tænastuni á flogvøllinum. AFIS-tænastan hevur øll árini – eisini eftir yvirtøkuna av flogvøllinum í 2007 – verið røkt av danska felagnum Naviair.

Tað eru sera nógv prakstisk viðurskifti sum skulu avgreiðast í hesum sambandinum, umframt at Vága Floghavn skal hava sonevnda ANSP-góðkenning (Air Navigation Service Provider) frá donsku loftferðslumyndugleikunum.

Fyrireikingarnar ganga væl, og miðja verður eftir, at Vága Floghavn yvirtekur AFIS-tænastuna frá 1. jan. 2019, men hetta avhongur tó av at øll tey praktisku viðurskiftini, og øll neyðug loyvir og góðkenningar eru komin uppá pláss áðrenn”, sigur Oddbjørg Højgaard, virkandi stjóri á Vága Floghavn.