Sáttmáli um útbygging av parkeringsøkinum við flogvøllin undirskrivaður
07.07.2016

Sáttmáli um útbygging av parkeringsøkinum við flogvøllin undirskrivaður

P/F Vága Floghavn hevur fyrr í dag undirskrivað sáttmála við J&K Petersen Contractors P/F um útbygging av parkeringøkinum við flogvøllin.

Sáttmálaupphæddin fyri hesa arbeiðstøkuna er 40,2 milliónir krónur. Arbeiðsøkið fevnir um uml. 40.000m2. Arbeiðstøkan fevnir um jørðarbeiði við kantsteinum og asfaltering, el-arbeiði við gøtuljosum, talvum vm. Eisini skulu lonir/skýli byggjast soleiðis, at ferðafólk fáa høvi at ganga undir taki í stórum pørtum av parkeringsøkinum.

Vága Floghavn hevur gjørt avtalu við sp/f Ráð um byggileiðslu, fakeftirlit og prosjektuppfylging, EIsini er avtala í umbúna við sp/f Zeta og Viggo A. Hansen, sum eisini hava verið ein partur av fyrireikandi arbeiðinum. Arbeiðstakarin fer alt fyri eitt undir fyrireikingar, og arbeiðið byrjar í september 2016. Arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt 1. september 2017. P/F Vága Floghavn fegnast um, at sáttmálin um útbygging av parkeringsøkinum nú er undirskrivaður, og sær fram til eitt gott samstarv við J&K Petersen Contractors um hetta týdningarmikla arbeiðið.