Meira enn annarhvør heldur at Vága Floghavn er framtíðar flogvøllurin í Føroyum
21.12.2009

Meira enn annarhvør heldur at Vága Floghavn er framtíðar flogvøllurin í Føroyum

Gallup hevur í tíðarskeiðinum 23. nov - 1. dec 2009 kannað støðuna hjá fólki til flogvøllin.

Spurd hvør støða teirra er til framtíðar flogvøll í Føroyum, svaraði 51 % at flogvøllurin í Vágum skal byggjast út. 22 % halda at fyrst skal flogvøllurin í Vágum byggjast út og síðani gera nýggjan flogvøll á øðrum stað. 20 % halda at flogvøllur skal byggjast á øðrum stað.