Lækking í ferðafólkatalinum umvegis flogvøllin
03.04.2017

Lækking í ferðafólkatalinum umvegis flogvøllin

Fyrstu tríggjar mánarnir í ár er ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn minkað við 9,9%. Higartil eru 50,586 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn. Hetta eru 5552 ferðafólk færri enn saman tíðarskeið í 2016.

 

Í januar var vøksturin 8,6%, ímeðan lækkingin í februar var 10%. Í mars var lækkingin heili 22,7%.

 

”Vit meta eina stóra grund til lækkingina at vera, at fram til mars 2016 vóru nógv fólk sum brúktu síðsta møguleikan, at ferðast til ein bíligari penga ísamband við at táverandi avsláttarskipanin bleiv avtikin seinast í mars 2016. Harumframt so var partur av páskunum í mars síðsta ár, ímeðan allur páskatrafikkurin í ár fellur í apríl” sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

 

Vága Floghavn væntar annars ein vøkstur í samlaða ferðafólkatalinum fyri alt árið, og at 2017 kemur at seta met í ferðafólkatalinum. Hendan meting er grunda á, at kapping aftur er á flogmarknaðinum, og at ferðavinnan hevur meldað út, at áhugin fyri Føroyum sum ferðavinnuland er methøgt.