Kunnandi fundur um útbygging av flogvøllinum
30.09.2009

Kunnandi fundur um útbygging av flogvøllinum

Kunnandi fundur um útbygging av flogvøllinum verður hósdagin

P/F Vága Floghavn skipar hósdagin 1. okt 2009 fyri kunnandi fundi um útbygging av flogvøllinum.

Fundurin verður kl 9 í farstøðini á flogvøllinum har greitt verður frá ymsu møguleikunum fyri leinging av vøllinum og fyri víðkan av farstøðini.

Til fundin eru innboðin tinglimir, landstýrisfólk, kommunustýrislimir, samstarvsfelagar og fleiri. Fundurin er almennur, soleiðis at eisini onnur áhugað kunnu vera við so nógv, sum rúm er fyri.