Fyrsta løðing á flogvøllinum
25.09.2017

Fyrsta løðing á flogvøllinum

SEV setti síðst í august tvær nýggjar løðistøðir á flogvøllinum, so nú ber til at løða fýra elbilar í senn á flogvøllinum.

Løðistøðirnar á flogvøllinum vóru tær síðstu almennu løðistøðirnar, sum blivu settar upp sambært ætlanini um løðistøðir til elbilar.

Á flogvøllinum eru settar tvær løðistøðir, sum kunnu løða fýra bilar í senn, harav er tann eina ein skjótløðistøð.