Ferðafólkastreymurin umvegis Vága Floghavn vaks við 15.7% í august
23.08.2012

Ferðafólkastreymurin umvegis Vága Floghavn vaks við 15.7% í august

27.229 ferðafólk ferðaðust umvegis Vága Floghavn í august. Hetta er ein vøkstur uppá heili 15.7% samanborið við august 2011. 

Talið av ferðafólkum, sum ferðast umvegis flogvøllin, veksur framhaldandi. Higartil í ár hava knapt 12.000 ella 8.2 % fleiri ferðafólk nýtt flogvøllin enn um somu tíð í 2011.

Vága Floghavn hevur ikki upplivað slíkan vøkstur síðan 2007 og 2008, og fegnast um gongdina í ferðafólkatalinum. Umframt at føroyingar eru farnir at ferðast meira aftur, so er tað nógv, sum bendir á, at tað serliga eru fleiri útlendsk ferðafólk, sum fremja vøksturin.

Oljuleitingin hevur sína jaligu ávirkan á gongdina, men tann ávirkanin er serliga galdandi fyri Noregsflúgvingina, sum eisini vísir eina munandi framgongd.

Annars er framgongd á øllum farleiðum hjá Atlantic Airways, uttan á Bretlandsleiðini, har sær út til at vera talan um eina lítla minking. Barcelona flúgvingin vísir seg at geva eitt munagott ískoyti til uttanlandsflúgvingina hjá Atlantic Airways.

Enn skal eitt sindur til, áðrenn Vága Floghavn kann staðfesta, um hetta verður besta ferðafólkaárið hjá felagnum nakrantíð, men heldur vøksturin áfram, so er ikki ómøguligt at røkka metárinum 2008.

Eisini er vøkstur á farmaflutningi. Tann vøksturin er omanfyri 40 % higartil í ár.