Atlantic Airways letur upp nýggja farleið til Edinburgh
30.03.2015

Atlantic Airways letur upp nýggja farleið til Edinburgh

Fyrsta fráferð til Edinburgh var seinnapartin í dag úr Føroyum.

Í hesum sambandi hildu Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna hjá Vága Floghavn og Pætur Rasmussen frá Atlantsflogi røðu beint áðrenn fráferð.

Tey, ið høvdu bókað sær ferðaseðil til jomfrútúrin til nýggju farleiðina, fegnaðust sjálvsagt at sleppa avstað, og ætlaðu sær at nýta gagn av góðu ráðunum tey fingu við sær á ferðini til skotska høvuðsstaðin, Edinburgh.

Vit endurgeva her talurnar hjá nevndarforkvinnuni hjá Vága Floghavn, Kitty May Ellefsen
og Pætur Rasmussen, Network Manager hjá Atlantic Airways

Eg skal vegna P/F Vága Floghavn ynskja tykkum hjartaliga tillukku við nýggju rutuni til Edinburgh.

Tað er ein stórur dagur hjá einum flogfelagi, tá nýggj ruta verður byrjað. Og soleiðis er eisini hjá Atlantsflogi í dag. Eitt nýtt vinnuøkið verður skapt við øllum teimum avbjóðingum og møguleikum, tað førir við sær.

Vit á Vága Floghavn halda, at Edinburg er eitt gott val. Í samband við, at tit byrja nýggja rutu, hava vit kannað og sett okkum inní, hvat nýggja rutan hevur at bjóðað.

Edinburg Airport hevur eitt slogan. Hetta slogan er: “ when Schotland meets the word” – Og ja! Sum ferðandi møtir tú verðini gjøgnum Edinburg. Ikki minni enn 20 flogfeløg flúgva til og úr Edinburgh.

Ímillum hesi eru: Air France, Easy Jet, Ryanair, Jet2.com, Flybe, SAS, Norwegian, Iberia, Lufthansa og onnur. Hesi flogfeløg flúgva ferðandi út í heim. Her ímillum til USA, Holland, Grikkaland, Berlin, Belfast, Abu Dabi og nógv onnur ferðamál afturat. Herundir nú eisini Føroyar. Hetta ber við sær, at Edinburg eisini kann nýtast sum transit hjá føroyingum, sum ætla sær longur út í heimin.

Edinburgh kann ikki einans nýtast til transit. Edinburgh er ein sera áhugaverdur býur at vitja. Edinburgh er høvuðsstaður í Skotlandi. Skotska parlamentið húsast í Edinburgh, og Edinburgh er ein kent ferðafólka mál; 13. mió. ferðafólk vitja Edinburgh um árið. Har annars bert 500.000 fólk búgva. So eg ivist onga løtu í at vit kunnu læra nógv av Visit Edinburgh, um hvussu vit skulu fáa meira ferðafólk til Føroya.

Nú Atlantsflog flýgur beinleiðis, kundu vit roynt at fingið nøkur av teimum 13 mió. ferðafólkunum, at ferðast enn longur norður til Føroyar, nú teir eru so tætt við.

Hetta arbeiði eiga vit at lyfta í felag saman við Atlantsflogi, Visit Føroyar og ferðavinnuni.

Tað er nógv at síggja og uppliva í Edinburgh. Her kann eg bara nevna Old Town og New Town, sum eru á listanum hjá UNESCU yvir sermerkt støð at vitja.

Eins og Føroyar er merkt av festivalum um summarið, so er Edinburgh eitt festival paradís í august. Tá verður Edinburgh gjørdur um til festival býin mikla.

Eitt stað, sum ferðamaðurin má vitja er National Museum, sum liggur beint yvirav The Elephant House, har J.K.Rowling skrivaði Harry Potter bøkurnar. Um kvøldarnar kann ein fara út at eta. Matarstøðini bjóða bæði seyðaindur, blóðpylsu og Michelin matskráir.

Sjálv havi eg roynt at ‘shoppa’ í Edinburgh. Har eru nógvir spennandi handlar og úrvalið er í topp. Men tað besta er, at úrvalið av “pubs” er líka stórt, sum úrvalið av handlum, so maðurin nýtist ikki at keða seg, meðan tú shoppar 

Sjálvsagt hevur Edinburgh eitt marathon. Marathon 2015 verður 31. mai. So tað er upplagt hjá føroyingum at flúgva beinleiðis, og renna í Edinburgh. Meðan fólk frá Edinburgh koma hendan vegin at renna Tórshavn marathon, sum verður í juni. Eg ætli mær í øllum førum at royna.

Vit á Vága Floghavn vóna, at føroyingar fara at taka væl ímóti nýggju rutuni hjá Atlantsflogi. Samstundis vóna vit, og vilja arbeiða miðvíst fram ímóti at fáa nýggj ferðandi hendan vegin gjøgnum Edinburgh.

Enn einaferð hjartaliga tillukku við nýggju farleiðini.

Kitty May Ellefsen
Nevndarforkvinna
Vága Floghavn

Góðu ferðafólk og gestir
Dear passengers and guests

Vit hjá Atlantic Airways eru fegin um at kunna bjóða tykkum við á fyrsta túrið til Edinburgh í dag.

Eftir at leiðslan fyri einum árið síðan legði nýggja ætlan um, at styrkja ruturnar í norðurhøvum, hava vit arbeitt miðvíst við marknaðarføring og søluarbeiði.

Alt tekur tíð og henda rutan til Edinburgh er einki undantak. Tað eru nógv ting sum skulu uppá pláss, tá nýggj ruta skal setast á stovn, millum annað lendingarloyvir, søluskrivstovur, uppsetan av ferðapakkum og søla av vanligum ferðaseðlum bæði heima í Føroyum og úr Skotlandi, Írlandi og Onglandi.

Atlantic Airways hevur flogið rutuflúgving til Skotland og Ongland í nógv ár.
Frá síðst í 1990-unum fram til 2004 flugu vit til Aberdeen, síðani 2004 fram til 2014 flugu vit til London.

Sum vit øll vita, so er tann føroyski marknaðurin lítil og flogtíðin til London var ov long í mun til inntøku grundalag.

Tær bretsku oyggjarnar eru okkara nærmastu grannar, og leiðslan er av tí fatan, at tað framhaldandi er tørvur á flúgving millum Føroyar og tær bretsku oyggjarnar.

Við góðum stuðli frá feðafólki sum tykkum, eru vit vís í at farleiðin til Edinburgh hevur eina bjarta framtíð.

Á hesum fyrsta túri, bjóða vit tykkum ein betri bita og drykkjuvørur umborð

---

We at Atlantic Airways are pleased to invite you onboard our first flight to Edinburgh today.

For about a year ago the Management changed the course in a plan to strenghten the Nordic routes. Ever since that decision was taken, we have focused our work on marketing and sales work.

Everything takes time and this route to Edinburgh is like any other route.
There are many practical things to sort out, like operational and landing permits, establishing sales channels, package tour for tourists and sales of normal tickets on the Faroes, Scotland, Ireland and England.

Atlantic Airways has flown to Scotland and England for many years.
From the late 1990-ies until 2004 we flew to Aberdeen. From 2004 until 2014 we flew to London.
As we all know the Faroe Island marked is small and the flying time to London was too long compared to the possibility to earn an income.

The British Isles are our closest neighbours and Atlantic Airways management do believe that there still is demand to fly from the Faroes til the British Islands.

With good support from you passangers, we have a good hope for a bright future for this route.

As it is our first flight we have the pleasure to serve you a nice meal and drinks onboard.

Nú er bert eftir at siga VÆLKOMIN UMBORÐ - WELCOME ONBOARD


Pætur Rasmussen
Atlantic Airways