19,4% fleiri ferðafólk í novembur
12.12.2007

19,4% fleiri ferðafólk í novembur

14.974 ferðafólk um floghavnina í novembur

Í novembur mánaða í ár komu og fóru 14.974 fólk um floghavnina. Hetta er ein vøkstur uppá 19,4% í mun til sama mánaða í fjør, tá ferðafólkatalið var 12.541. Í novembur hevur vøkstur verið á farleiðunum til Danmarkar, Íslands og Stórabretland, meðan afturgongd hevur verið á farleiðunum til Noregs. Nakað av frálandaferðslu hevur somuleiðis verið í novembur.

Higartil í ár eru tilsamans 204.911 fólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 4,7% meiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 195.627.

Í novembur fóru og komu 487 flogfør. Hetta er 15,4% fleiri enn í novembur í fjør, tá 422 flogfør komu og fóru um floghavnina.

Higartil í ár eru tilsaman 5.159 flogfør komin og farin um floghavnina. Hetta er 16,3% minni enn sama tíðarskeið í fjør, tá 6.166 flogfør komu og fóru um floghavnina.