Søgan

Søgan

Vága Floghavn er upprunaliga hernaðarfloghavn bygd undir seinna heimsbardaga. Fyrst í sekstiárunum gjørdist tørvurin á flogferðslu til Føroyar so mikið stórur, at farið var undir at nútímansgera floghavnina við m.ø. hentleikum til ferðafólk.

1. juli 1963 lat floghavnin upp fyri vanligari flogferðslu, og fyrsta flogfarið eftir hetta lendi 17. juli. Fyrstu tíðina vóru einans skrúvuflogfør nýtt. Síðani 1977 hava eisini nýmótans jettflogfør røkt rutusambandið til floghavnina.

Statens Luftfartsvæsen hevði umsitingina av floghavnini um hendi frá 1963 til 30. apríl 2007. Tann 1. mai 2007 yvirtók Føroya Landsstýri Vága Floghavn. Frá sama degi gjørdist floghavnin landsstovnur undir Vinnumálaráðnum, ið hevði ábyrgd av framhaldandi rakstri av Vága Floghavn.

Tann 24. juli 2008 var alt virksemið hjá Vága Floghavn lagt í p/f Vága Floghavn, ið yvirtók raksturin av Vága Floghavn.

Fram til 14. septembur 2015 var Vága Floghavn málsøki hjá Vinnumálaráðnum, tá tað varð flutt til Samferðslumálaráðið.

Í desembur 2011 var longda flogbreytin tikin í nýtslu. Flogbreytin bleiv longd frá 1250m til 1799m við nýggjum innflúgvingartólum og betur ljóskonfiguratión

17. juni 2014 bleiv nýggja farstøðin og nýggju tænastubygningarnir tiknir í nýtslu.

Í juli 2016 undirskrivaðu J&K Petersen og Vága Floghavn sáttmála um útbygging parkeringsøkinum við flogvøllin. Eftir at arbeiðið er liðugt er nú pláss fyri úti við 800 bilum.

Trý flogfeløg røkja flúgvingina millum Føroyar og umheimin. Atlantic Airways hevur fleiri flogleiðir til útheimin, SAS røkir flogleið ímillum Vágar og Keypmannahavn, og Widerø millum Vágar og Bergen.