Gjøld fyri parkering

Parkeringsskipanin skrásetir allar bilar, ið koma inn á økið hjá Vága Floghavn. Fyrstu 2 tímarnir eru ókeypis; hareftir skal gjaldast fyri parkeringina.

YVIRLIT YVIR GJØLD (Galdandi frá 2. apríl 2019)

Møguleikar at rinda fyri parkering

Sum vitjandi við bili á parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn bjóða vit tær fleiri møguleikar at gjalda fyri parkering - í gjaldsautomatum á staðnum, við EasyPark appini ella umvegis heimasíðu okkara.

Tú kanst eisini rinda fyri parkeringina í Kunningardiskinum inni í terminalinum.

Um tú ikki rindar fyri parkering, áðrenn tú fert av parkeringsøkinum, senda vit tær rokning við postinum. Tá verður eitt avgreiðslugjald á kr. 50 v/mvg lagt afturat parkeringsgjaldinum.

Gjaldsautomatirnar

2 sjálvgreiðslur eru settar upp á flogvøllinum, har tú kanst rinda parkeringina við gjaldskorti. Onnur sjálvgreiðslan stendur inni í terminalinum og hin stendur stendur inni í nýggju lonini á parkeringsøkinum.

Tú rindar tá parkeringin er lokin, tvs. áðrenn tú fert av aftur økinum við bilinum. Tað er lætt og ómakaleyst at gjalda fyri parkering har.

Á heimasíðuni www.fae.fo

Hevði tú ikki møguleika at gjalda fyri parkering áðrenn farið var av flogvøllinum, ber til at fara inn á heimasíðu okkara og rinda fyri parkeringina við gjaldskorti. Leinkja til gjaldssíðuna er her ella við at trýsta á myndina niðanfyri.

Gev gætur at hesin møguleikin kann tó bert nýtast innanfyri 72 tímar eftir lokna parkering. Um tú framvegis ikki hevur rindað fyri parkering eftir 72 tímum, verður rokning send við postinum og eitt ómaksgjald á kr. 50 verður lagt afturat parkeringsgjaldinum.

EasyPark

Hesin gjaldsmøguleikin er serliga fyri teg, ið javnan ferðast um flogvøllin. EasyPark appin finst á bæði á App Store ella Google Play. Tá tú hevur meldað til í appini, fert tú inn á telefonina og avgreiðir parkeringina har – lætt og einfalt. Vegleiðing til nýtslu av EasyPark appini finst her.

EasyPark tekur eitt avgreiðslugjald svarandi til 15% av gjaldinum, tó í mesta lagi kr. 19,- fyri hvørja parkering.

EasyPark er norðurlendsk fyritøka og ein av størstu veitarum av parkeringstænastum í Europa. Hetta merkir, at tú, umframt á Vága Floghavn, kanst nýta app-tænasturnar frá EasyPark í nógvum øðrum londum.

Um tú velur at brúka EasyPark appina, mást tú fyrst góðtaka nýtslutreytirnar hjá EasyPark, undir hesum geva títt samtykki til, at EasyPark viðger persónsupplýsingar, sum krevjast í sambandi við nýtsluna av appini, m.a. nummarplátu og gjaldskortupplýsingar. Við hesum góðtekur tú eisini, at tínar persónsupplýsingar verða fluttar til og viðgjørdar í ES. Vit heita á brúkarar av appini at kunna seg um, hvussu Easypark viðger persónsupplýsingar, og treytir annars fyri nýtslu av appini. Hendan kunning kann lesast í appini ella á heimasíðuni hjá EasyPark, sí leinkju.

Tað er EasyPark Danmark, sum er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum. Umboð fyri EasyPark Í Føroyum er Kári Davidsen, advotkatur (kda[a]faroelaw.fo).

Árshald

Hjá fólki, ið tíðum ferðast um Vága Floghavn við bili, er møguligt at keypa eitt árshald. Kostnaðurin fyri eitt árshald sæst á galdandi yvirliti yvir parkeringsgjøld.

Set teg í samband við skrivstovuna hjá Vága Floghavn tel. 35 44 00 ella við at senda ein teldupost til fae[ a]fae.fo fyri at tekna árshald.