Innskriving

Ver altíð í góðari tíð

Tá ein skal ferðast loftvegis, kann tað væl loysa seg at møta til innskrivingar í floghavnini í góðari tíð. Syrg altíð fyri at halda tær tíðarfreistir, ið ferðaseðilin fyriskrivar.

Tað er upp til hvønn einstakan ferðandi at møta í somikið góðari tíð, at ein far stundir at verða innskrivaður - eisini um bíðirøð er við innskrivingarskivuna. Bíðitíð kann eisini væntast við trygdareftirlitið.

Møguligt er eisini at innskriva seg á heimasíðuni hjá Atlantic Airways ella við at fara inn á hesa leinkjuna >>

Innskrivingin letur upp 24 tímar áðrenn fráferð.

Um so er at tú hevur baggagu sum eisini skal kekkast inn, so kann hetta gerast skjótt og ómakaleyst við einum av mongu innskrivingartólunum sum standa í farstøðini. Har er eisini møguligt at brúka "baggagudrop", so at man sendir kufferti umborð á flogfari skjótt og ómakaleyst. Bara leita eftir skeltinum "Baggagedrop".