Áðrenn farið verður umborð

Á Vága Floghavn eru tvær "gates". Far í góðari tíð ígjøgnum trygdareftirlitið og set teg til rættis í fráfaringarhøllini. Umframt at hava stóran handil og gott matarstað, hevur fráfaringarhøllin eisini hevur góðar stólar, sofur og serlig arbeiðsboð við kontaktum til eitt nú løðarar til teldur og fartelefonir.

Nógvar seinkingar standast av, at ferðandi koma í evstu løtu, og, um flogfarið ikki kann fara til ásettu tíð, kann tað føra við sær enn meiri seinking, um nógv ferðsla er í floghavnini.

Í dag verður ofta spurt eftir passinum, áðrenn farið verður til útgongdina. Tí eigur pass og ferðaseðil at havast við hondina.

Føroyar gjørdust í mars mánaða 2001 limur í sonevnda Schengen-samstarvinum. Tað merkir, at einki marknaeftirlit er millum tey lond, ið hava góðkent Schengen-konventiónina

Men hóast onki persónseftirlit er við hesi landamørk, er neyðugt til eina og hvørja tíð at kunna prógva sín ríkisborgaraskap, tá ferðast verður í einum Schengen landi. Tað vil aftur siga, at passið altíð eigur at havast við, tá ferðast verður í útlondum.

Fleiri upplýsingar um Schengen-samstarvið finnast m.a. á Folketingets EU-oplysning.