Søgan um Vága Floghavn

Vága Floghavn varð upprunaliga bygd sum hernaðarfloghavn undir seinna heimsbardaga og lat ikki upp fyri vanligari flogferðslu fyrr enn 1. juli 1963. Hetta var ein tíð, har heimurin var risastórur, meðan flogvøllurin hinvegin var lítil, og ferðafólkatalið mest sum ikki var at fáa eyga á.

Síðan tá er tó nógv vatnið runnið og mangt fólkið flogið. Heimurin tykist í dag evarska lítil, meðan flogvøllurin harafturímóti er vaksin, og ferðafólkatalið er farið upp um skýggini – bókstavliga.

Vága Floghavn er tí blivin eitt knútapunkt millum Føroyar og umheimin. Flogbreytin er nú 1799 metrar long og hevur nýggjastu innflúgvingartólini. Kring vøllin eru nútímans tænastubygningar, flogskýli og tyrlupallur.

Farstøðin hevur stóra innskrivingarhøll, og inni í fráfaringarhøllini eru fjølbroyttur handil og hugnalig kafé. Uttanfyri farstøðina eru góð parkeringsviðurskifti.

Í dag hava fýra altjóða flogfeløg fastar ferðafólkarutur til og úr Vágum. SAS, Widerøe og Icelandair flúgva til ávíkavist Keypmannahavn, Bergen og Keflavík, meðan Atlantic Airways røkir fleiri ymiskar leiðir.

Herumframt er samstarv við føroyska felagið FarCargo um regluliga farmaflúgving við umheimin.

Av lítlum vølli til altjóða pall

Nógv er broytt, síðan Vága Floghavn varð bygd undir øðrum veraldarbardaga, sum eitt úrslit av einum atskildum heimi. Í dag eru ferðing og flutningur ein týðandi partur av gerandisdegnum í einum skjótt gangandi og alsamt meira samanknýttum heimi.

Føroyingar ferðast meira enn nakrantíð – bæði tey, sum búgva uttanlands, og tey, sum ferðast í frítíð, vegna arbeiði ella í lestrarørindum. Samstundis er áhugin fyri Føroyum sum ferðamál øktur nógv seinastu árini, og talið av ferðafólki er fleirfaldað. Eisini er flutningurin av vørum bæði inn og út úr landinum øktur. Alt hetta hevur verið til, at fleiri flogfeløg nú regluliga til Føroyar, sum aftur hevur skapt enn betri sambond við umheimin.

Altjóða broytingarnar og vaksandi tørvurin hjá bæði krevja eitt nútímans og vælútgjørt ferðasamband bæði føroyingum, ferðafólki og vinnulívi. Vága Floghavn hevur tí gjørt stórar íløgur í bæði menning, trygd og útbygging. Longda flogbreytin, nýggju tænastubygningarnir og nýggja farstøðin hava gjørt tað møguligt at taka ímóti størri flogførum og fleiri ferðafólkum, og nýggj innflúgvingartól hava styrkt munandi um reglusemið og trygdina.

Arbeitt verður støðugt í tøttum samstarvi við almennar myndugleikar, ferðavinnu og vinnulív við at framhaldandi tryggja góðar og tryggar karmar fyri sambandinum millum Føroyar og umheimin.

Sostatt er Vága Floghavn í dag farin frá at vera hernaðarfloghavn til at vera ein týðandi leikari á altjóða pallinum og at hava ein alneyðugan lut í menningin av búskapinum og vælferðini her heima í Føroyum.

 

Søgan

Føroyar fáa flogið

  • Undir seinna heimsbardaga: Vága Floghavn verður bygd, upprunaliga sum hernaðarfloghavn.
  • Fyrst í 1960-árunum: Tørvurin á flogferðslu til Føroyar veksur, og ætlanir um at nútímansgera floghavnina við hentleikum til ferðafólk verða settar í verk.
  • 1. juli 1963: Floghavnin letur upp fyri vanligari flogferðslu, og fyrsta flogfarið lendir 17. juli. Fyrstu tíðina eru bert skrúvuflogfør.
  • 1977: Nýmótans jettflogfør byrja at røkja rutusambandið við Vága Floghavn.
  • 1. mai 2007: Føroya Landsstýri yvirtekur umsitingina av Vága Floghavn frá Statens Luftfartsvæsen, og hon gerst landsstovnur undir Vinnumálaráðnum.
  • 24. juli 2008: Alt virksemið hjá Vága Floghavn verður lagt í P/F Vága Floghavn, sum yvirtekur raksturin.
  • Desember 2011: Longda flogbreytin verður tikin í nýtslu. Hon er longd úr 1250m í 1799m og hevur nýggj innflúgvingartól og betri ljóskonfiguratión.
  • 17. juni 2014: Nýggj farstøð og tænastubygningar verða tikin í nýtslu.
  • 14. september 2015: Vága Floghavn verður flutt úr Vinnumálaráðnum í Samferðslumálaráðið.
  • Juli 2016: Sáttmáli um útbygging av parkeringsøkinum verður undirskrivaður við J&K Petersen. Parkeringsplássið verður útbygt til at rúma 800 bilum.
  • Nútíðin: Fýra flogfeløg røkja flúgvingina millum Føroyar og útheimin. Atlantic Airways hevur fleiri leiðir, SAS flýgur millum Vágar og Keypmannahavn, Widerø millum Vágar og Bergen, og Icelandair millum Vágar og Keflavík.
English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri