Vága Floghavn
Um Vága Floghavn
Vága Floghavn P/F er alment føroyskt partafelag, sum stendur fyri rakstrinum av Vága Floghavn.
Vit røkja kritiska undirstøðukervið til altjóða loftferðslu við útgangsstøði í Føroyum, umframt til innanlands tyrluflúgving.
Vága Floghavn er tænastuveitari hjá eini røð av flogfeløgum, virkjum og einstaklingum og føroyska samfelagnum sum heild. Okkara uppgáva er á marknaðartreytaðum grundarlagi at veita best møguligu tænastuna til okkara samstarvspartar og vera ein viðleikari til føroysku ferðavinnuna.
Vága Floghavn er portrið, sum tryggjar smidligt og trygt flogsamband við umheimin.
Vit virka fyri at røkja og menna virðismikil sambond. Vit seta fólk og støð saman, soleiðis at varandi bond verða knýtt.
Samband
Spurningar ella viðmerkingar
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar til Vága Floghavn, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, sí kontaktupplýsingar niðanfyri.
Samband
Vága Floghavn
Flogvøllurin 6
FO-380 Sørvágur
Faroe Islands
Tel. (+298) 35 44 00
fae[ a]fae.fo
Upplatingartíðir
Upplatingartíðirnar hjá Vága Floghavn síggjast her. Vanligt er, at flogvøllurin letur upp fyri ferðandi 2 tímar undan fyrstu fráferð og er opin til aftaná seinastu fráferð.
Kunningardiskurin hevur opið í sambandi við allar fráferðir og komur.
Vága Floghavn hevur telefonavgreiðslu samsvarandi upplatingartíðirnar. Tó hevur fyrisitingin og skrivstovan telefonavgreiðslu gerandisdagar kl. 9-16, fríggjadag tó kl. 9-15.
Leiðsla
Bygnaður

Leys størv
Á hesi síðuni sært tú tey størv, ið eru leys at søkja í løtuni.
Eru eingi leys størv viðkomandi fyri teg, ella eingi størv eru í yvirlitinum, ert tú altíð vælkomin til at senda eina sjálvbodna umsókn og lívsrensl við telduposti til starv@fae.fo
Søgan
Framtíðin
P/F Vága Floghavn er at meta sum kritiskt infrakervi í Føroyum og hevur avgerandi týdning fyri okkara samband við útheimin, eins og flogvøllurin hevur stóran týdning fyri vaksandi ferða- og frálandavinnuna.
Farstøðin hjá Vága Floghavn varð tikin í nýtslu í juni 2014 og varð í síni tíð teknað og bygd til at kunna taka ímóti 400.000 árligum ferðandi. Harumframt varð hon bygd til at avgreiða flogfør, sum eru helvtina til støddar í mun til tey, ið nú dagliga lenda á flogvøllinum.
Ferðafólkatalið er økt nógv seinastu árini í mun til, hvat flogvøllurin varð bygdur til at kunna hýsa. Talið hevur sostatt seinnu árini ligið omanfyri 400.000 árliga, og karmarnir eru í verandi støðu longu vorðnir ov trongir. Av hesi orsøk hevur P/F Vága Floghavn gjørt eina heildarætlan, har væntaða ferðslan tekur atlit at tær íløgur, ið eru neyðugar at gera, fyri at tryggja framtíðarhaldføri í rakstrinum.
Hóvligar framskrivingar vísa, at væntast kann at komið verður upp um eina millión ferðandi innan næstu 15-20 árini.
Vaksandi virksemið á flogvøllinum hevur við sær, at tørvur ikki einans er á at byggja størri farstøð. Aðrar íløgur eru somuleiðis átrokandi, og fíggjarliga orkan hjá P/F Vága Floghavn er avmarkað.
P/F Vága Floghavn hevur yvirskipað ætlaðar íløgur fyri 750 mió. kr. komandi árini, m.a. í víðkað parkeringsøki, nýggjar hangarar, fleiri standpláss til flogfør og asfaltering av vølli. Harumframt skal farstøðin byggjast út fyri aðrar 600-700 mió. kr. fyri at fylgja við økta tørvinum í framtíðini. Talan er um eina stóra útbyggingarætlan í vavi – frá verandi 3.000-4.000 m2 upp á 13.000-14.000 m2. Útbyggingin er í løtuni væntað at verða liðug í 2029, um alt gongur eftir ætlan. Metingarnar viðvíkjandi verkætlanini eru frá 2022, og eru tískil ávísar óvissur knýttar at kostnaðarmetingini.
Vága Floghavn hevur sett eina verkætlanarkapping í gongd fyri útbygging av farstøðini. Úrslitið av hesari verður væntandi lagt fram á sumri 2025. Við hesum fær felagið eitt betri grundarlag at gera endaligar kostnaðar- og tíðarmetingar av verkætlanini.
Nýggjur terminalur 2030
Vinnarar av uppskotinum til nýggju farstøðina gjørdist SMJ saman við Kontrast Arkitektar, Zeso Arkitekter, Spenn og Niras
Nakrar av myndunum síggjast her.






