Widerøe byrjað regluliga rutuflúgving
03.09.2021

Widerøe byrjað regluliga rutuflúgving

Tað er ikki á hvørjum degi, at nýtt flogfelag byrjar regluliga rutuflúgving til Føroya, men nú er aftur ein sovorðin dagur upprunnin.  Norska flogfelagið Widerøe er í dag farið undir flúgvingina, sum boðað varð frá fyrr í summar.  Flogið verður millum Bergen og Føroyar tvær ferðir um vikuna, mánadagar og fríggjadagar.

“Vit hjá Vága Floghavn eru ógvuliga spent upp á hetta og vænta, at hetta fer at vera við til at menna bæði floghavnina og ferðavinnuna her heima”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Widerøe fer at nýta flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina.  Hesi taka 78 ferðandi og fer túrurin at taka umleið ein tíma og trý korter.  Um tørvur verður á tí hevur felagið møguleika at nýta størri flogfør.

“Vit eru ikki í iva um, at hetta fer at flyta føroyska ferðavinnu rætta vegin, tí vit við hesum fáa atgongd til eitt nýtt kundagrundarlag.  Skrásetingarnar hjá Vága Floghavn vísa nevniliga, at nýggj flogfeløg í størstan mun byggja sína ferðslu á egin viðskiftafólk.  Vit vænta tí, at hetta fer at hava jaliga ávirkan á ferðslutølini hjá okkum”, sigur Regin I. Jakobsen at enda.

Widerøe er størsta regionala flogfelag í Skandinavia og hevur beinleiðis samband úr Bergen til 40 aðrar býir í Noregi, umframt ferðamál í øðrum londum um okkara leiðir.

 

Nærri upplýsingar:

Regin I. Jakobsen

stjóri

Tlf. 784400