30.05.2011

Tíðindaskriv - Heildarráðgeving

P/F Vága Floghavn bjóðaði í januar 2011 heildar ráðgevara veitingina út í sambandi við ætlaðu útbyggingina.

Ráðgevingin fevnir um uppgávur í sambandi við um- og útbygging av verandi farstøð, tænastubygningum, umsitingarhølum, brandstøð, parkeringsøki, flogforplássi og ymiskum øðrum uttanumverkum.

Eftir eina samrøðutilgongd við teir fýra bjóðandi partarnar, vóru tilboð móttikin 13. mai 2011.

Luttakararnir í samrøðu tilgongdini hava verið

- FAERPORT Konsortiið (Árni Winther Arkitektar, Selmer Nielsen Arkitektur, LBF og Sofus M. Jakobsen við COWI og Boeing);
- MAP Arkitektar við fleiri;
- BIG+Fuglark við fleiri;
- Rambøll Danmark A/S við fleiri.

Innkomnu tilboðini vóru mett til tess at finna tilboðið, ið er til mestan fyrimun fyri floghavnina. Mett var út frá byggilistarligu verkætlanini, kostnað fyri ráðgevingina og ætlaðu skipanina av arbeiðinum.

Nevndin í P/F Vága Floghavn hevur gjørt av at samráðast víðari við Faerport samtakið um uppskot teirra.


Vinarliga

Dávid Reinert Hansen
forstjóri
Vága Floghavn