18.05.2012

Skipan á flogvøllinum skal geva hagtøl um ferðafólk

Vága Floghavn og VisitFaroeIslands hava gjørt avtalu um at savna inn hagtøl, sum skal geva vitan um í hvørjum landi ferðafólkini búgva, sum ferðast um flogvøllin. VisitFaroIslands hevur keypt skipan úr Íslandi til endamálið og Vága Floghavn stendur fyri skrásetingar arbeiðinum.

Í eina tíð hevur skermur hingið uttanfyri trygdareftirlitið á flogvøllinum í Vágum, har ferðafólk, sum fara av landinum, sjálvboðin kundu skráseta hvørjum landi tey búgva í. Góðskan av hagtølunum, sum fingin eru tilvega, hevur ikki verið nøktandi. Fyri at betra um góðskuna og fáa eina fullfíggjaða vitan um ferðafólkini, og við stórari vælvild frá teimum sum starvast við trygdareftirlitinum á Vága Floghavn, hava Vága Floghavn og VisitFaroeIslands gjørt avtalu um, at Vága Floghavn í framtíðini skal standa fyri skrásetingini. Hetta er sama skipan, sum nýtt verður á altjóða flogvøllinum í Keflavík í Íslandi.

Upplýsingarnir eru sera týdningarmiklir í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Við at fylgja við í gongdini av ferðafólkum úr ymiskum londum, ber m.a. til at meta um, hvussu arbeiðið at marknaðarføra Føroyar hilnast og hvussu talið av ferðafólkum úr ymsum londum broytist.

Vága Floghavn og VisitFaroeIslands samstarva eisini um aðra ferðafólkakanning, sum verður gjørd á flogvøllinum. Endamálið við teirri kanningini er at fáa enn meira vitan um ferðafólkini, s.s. hvørji ørindi tey hava, hvussu leingi tey steðga, hvussu tey gista o.s.fr. Hesar kanningar, har bæði føroyingar og útlendskir gestir verða spurdir, vóru fyrstu ferð gjørdar á sumri 2011. Kanningarnar verða gjørdar 5 vikur um árið. Tað er Gallup Føroyar stendur fyri at spyrja ferðafólkini og at greina svarini.

Við hesum báðum ferðafólkakanningum vænta Vága Floghavn og VisitFaroeIslands at fáa munagóða hagtøl um tey, sum ferðast um flogvøllin í Vágum. Hetta hevur stóran týdning í arbeiðinum at meta um úrslitið av arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál og hvønn búskaparligan týdning ferðavinnan hevur.