Nýggjar tænastur á flogvøllinum
01-11-2018

Nýggjar tænastur á flogvøllinum

Í november letur ein NO 12 juice bar upp á flogvøllinum. Aðrar broytingar verða somuleiðis gjørdar, m.a. verður ein roykikabina sett upp í fráfaringarhøllini. Hetta er ein liður í, at gera flogvøllin meira kundavinarligan.


NO 12 JUICE BAR

Kafé’in í fráfaringarhøllini á flogvøllinum fer nú at fáa nýtt vøruúrval og broytta útsjónd. Ístaðin fyri eina kafé, kemur ein NO12 juice bar, sum eisini borðreiðir við kaffi, tvíflísum og køkum. Umframt nýtt vøruúrval, verða eisini broytingar gjørdar í møblunum. Hetta fyri at gera løtuna í fráfaringarhøllini hugnaligari og betri.

 

BROYTTAR INNSKRIVINGARTÍÐIR

Í dag letur innskrivingin upp hálvanannan tíma áðrenn fráferð. Frá 1. november verður møguligt at innskriva seg tveir tímar undan fráferð. Hetta verður tó ikki galdandi fyri fyrsta flogfarið um
morgunin. Broytingin verður gjørd, fyri at ferðafólk skulu fáa betri tíð og njóta løtuna, áðrenn tey fara út at flúgva.


ROYKIKABINA

Ein onnur broyting verður eisini í fráfaringarhøllini. Ein roykikabina verður sett upp við Gate 1. Líknandi roykikabinur eru á flogvøllum aðrastaðni í heiminum. Á hendan hátt verða umstøðurnar hjá
roykjarum betri. Í dag bíða roykjarar ofta við at fara inn í fráfaringarhøllina til allar síðstu løtu, og tað kann órógva. Roykikabinan er sera nógv nýtt á øðrum flogvøllum og tryggjar, at eingin roykluktur verður uttanfyri roykikabinuna, so tey, sum ikki roykja, verða ikki órógvað av roykjarunum.

 

DUTY FREE SKÁP TIL BÍLEGGINGAR Á NETINUM

Duty Free hevur avgjørt at seta skáp upp í handlinum, sum ger tað enn lættari fyri tey mongu viðskiftafólkini, ið velja at bíleggja vørur á netinum. Tá ið sølan er váttað, fær viðskiftafólkið eitt
skápsnummar og eitt loynital og kann hareftir avheinta vøruna í skápinum. Avgreiðslan gerst skjótari og lættari. Tænastan verður væntandi tøk frá komandi viku.


– Vit arbeiða framhaldandi við at betra um umstøðurnar og tænastuna, sigur Gudny Langgaard, stjóri
á Vága Floghavn.