06.09.2013

Fyrstu sperrurnar á farstøðini settar upp

Arbeiðið at reisa farstøðina á flogvøllinum er byrjað. Talan er um 9 gittarsperrur, sum eru 1,5 metur høgar og íalt knapt 70 metur langar, og hetta arbeiðið tekur væntandi umleið 4 vikur.

Stóra takið á farstøðini verður sera eyðsýnt og sperrurnar fara at geva bygninginum eitt skap sum stórir bogar. Partur av takinum kemur at virka sum hálvtak, har bussar og bilar kunnu koyra inn undir til av og á skipan, so ferðandi verða vard móti vindi og veðri.

Arbeiðið við tænastubygninginum gongur væl, og byrjað er at inniloka bygningin. Eftir ætlan skulu bæði tænastubygningurin og farstøðin innilokast áðrenn veturin kemur.

Sambært tíðarætlan verður samlaða arbeiðið liðugt á sumri 2014