KUNNING Í SAMBANDI VIÐ CORONA
12.03.2020

KUNNING Í SAMBANDI VIÐ CORONA

(Dagført 28. feb. 2022)

Ferðandi til Føroya

Ongar korona-avmarkingar eru fyri ferðandi úr Danmark til Føroya.

Ferðandi úr øðrum londum enn Danmark eru fevnd av somu reglum, sum eru galdandi fyri ferðandi til Danmarkar. Nýggjastu donsku ferðavegleiðingarnar kunnu lesast her.

Ferðandi úr Føroyum

Ongar korona-avmarkingar eru fyri føroysk ferðandi til Danmarkar. Gev tó gætur, at danskir flogvøllir framvegis krevja nýtslu av munnbindi v.m.

Tilmælt verður ferðandi til onnur lond at kunna seg hjá myndugleikunum, hagar tey skulu ferðast, um koronatilmæli, reglur, skjalprógv v.m. í sambandi við innferð. Nýggjastu donsku ferðavegleiðingarnar kunnu lesast her.