Egil Brandurson Joensen nýggjur tøknikur á Vága Floghavn
28.09.2016

Egil Brandurson Joensen nýggjur tøknikur á Vága Floghavn

Vága Floghavn lýsti fyrr í ár eftir einum tøkningi afturat verandi tøkniligu manning.

Felagið fekk 9 umsóknir til starvið.

Eftir viðgerð av umsóknunum, hevur Vága Floghavn avgjørt at seta Egil Branduson Joensen í starv.

Egil Brandurson Joensen er 30 ár og búsitandi í Sandavági. Hann er giftur við Thordis Joensen úr Sandavági, og tey hava tvey børn.

Egil var útbúgvin elektroniktøkningur í 2010, og var í læru hjá Sp/f Radioservice í Tórshavn. Sum elektroniktøkningur hevur Egil arbeitt við eitt nú veðurstøðum og aðrari veðurtøkniligari og samskiftisútgerð, eins og hann í nøkur ár hevur silgt við Gadus sum tøkningur, har hann hevur havt ábyrgd av viðlíkahald av samskiftistøkniligu og nautisku útgerðini umborð.

Egil byrjar hjá Vága Floghavn 1. januar 2017