24.02.2011

Arbeiðið komið væl áleiðis

Arbeiðið at leingja flogbreytina gongur væl og er komið væl áleiðis, hóast kavi hevur tarnað arbeiðsgongdini nakað í vetur.

Nú arbeitt er í góðar tíggju mánaðar, umleið miðskeiðis í arbeiðstíðarskeiðinum, er nógv virksemi í gongd samstundis á arbeiðsøkinum.

Uppfyllingin eystanfyri er nærum komin upp í hædd, higartil einar 750.000 rúmmetrar. Eftir er at fylla upp eitt øki, millum verandi breyt og leingingina eystureftir.
Arbeiðið at leggja leiðingar er byrjað, fyrstu metrarnir eru lagdir á norðursíðuni, framvið nýggju flogvallarbreytini eystanfyri.

Kavi hevur ligið nakrar dagar báðumegin nýggjársleitið og tarnað arbeiðnum nakað.
Gongd er komið á arbeiðið aftur og uppfyllingin vestanfyri gongur væl, einar 200.000 rúmmetrar av gróti eru innbygdir.

Gongd er komin á grevstur fyri og planering av grøv, til leiðingar framvið verandi flogvallarbreyt. Byrjað er á norðursíðuni og arbeitt verður mest um náttina.

Vága Floghavn hevur lagt grót á goymslu, ætlað til framtíðar terminal projekt.
Grótgoymslan liggur á einum øki, millum hangarin hjá danska hervaldinum og frakthøllina hjá Vága Floghavn.

Bjargingar- og tænastuvegir eru partvíst gjørdir og verandi atkomuvegur til portrið á norðursíðuni, er breiðkaður og javnaður.
Arbeiðsvegur er gjørdur á útvinningsøkinum soleiðis, at koyrast kann frá útvinningsøkinum til báðar flogvallarendarnar.

Fleiri myndir kunnu síggjast her á síðuni undir – Útbygging flogbreyt / Myndasavn 2011 og 2010.