06.04.2011

Aðalfundur hjá P/F Vága Floghavn

P/F Vága Floghavn hevur í dag havt aðalfund.

P/F Vága Floghavn hevði í 2010 eitt yvirskot áljóðandi 1 mió. kr. Í 2009 hevði P/F Vága Floghavn eitt yvirskot áljóðandi 70 t. kr., móti einum halli í 2008 uppá 11,1 mió. kr.

Sostatt gongur framá hjá felagnum at skapa stabilar karmar fyri raksturin hjá felagnum. Úrslitið fyri 2010 varð tó ikki so gott, sum ætlað, orsakað av minkaðum ferðafólkatali og øskurokinum í fjør vár, sum kostaði felagnum nógvar pengar. Felagið hevur tó miðvíst arbeitt við sparingum í 2010.

Stórar útbjóðingar liggja fyri framman hjá P/F Vága Floghavn.

Viðvíkjandi útbyggingini av flogbreytini so verður hendan liðug í november 2011. Í næstum verður arbeitt við, at gera lendisarbeiðið liðugt við asfalti og ljósi.

P/F Vága Floghavn fer í 2011 at arbeiða miðvíst við marknaðarføring av P/F Vága Floghavn. Felagið miðjar ímóti at økja munandi um flogferðsluna uppá Føroyar nú møguleiki verður hjá størri flogførum at nýta flogvøllin.

Í nevndini fyri P/F Vága Floghavn sita:

Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna

Bárður Nielsen, næstformaður

Evy Jacobsen, nevndarlimur

Johan í Niðristovu, nevndarlimur

Jørgen K. Jørgensen

Kitty May Ellefsen, tlf. nr. 556090
Dávid Reinert Hansen, tlf. nr. 221634