06.02.2009

5,9% færri ferðafólk í januar

Færri ferðafólk og munandi færri fráferðir og komur í januar

Í januar í ár eru 12.669 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 5,9% færri enn í januar í fjør, tá talið var 13.458. Umframt nakað minni virksemi í januar í ár í mun til januar í fjør, var í fjør nakað av frálandavirksemi. Onki frálandavirksemi hevur verið í januar í ár.

Í januar hava verið 302 fráferðir og komur. Hetta er 36,4% færri enn í januar í fjør tá 475 flogfør komu og fóru um floghavnina. Her sæst ein afturgongd í rutuflogførum bæði innan- og uttanríkis í mun til januar í fjør. Harafturat ávirkar frálandaflúgvingin tølini skeivan vegin, tá onki frálandavirksemi hevur verið í januar í ár.

Samlaða farmamongdin hevur í januar í ár verið 12,4% minni enn í januar í fjør. Tilsamans 50,7 tons í ár í mun til 57,9 tons í januar í fjør.