01.09.2008

4,5% fleiri ferðafólk í august í ár

Ferðafólkatalið er framvegis nakað hægri í ár enn í fjør

Í august í ár eru 26.078 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 4,5% fleiri enn í august í fjør, tá talið var 24.962. Í august hava verið færri ferðafólk á farleiðunum til Danmarkar og Íslands, meðan fleiri hava verið á farleiðunum til Noregs og Stórabretlands.

Higartil í ár hava 160.250 fólk ferðast um floghavnina. Tað er 3,7% fleiri enn somu tíð í fjør, tá ferðafólkatalið var 154.536. Her hevur framgongd verið á flestu farleiðunum, Íslands farleiðirnar tó undantiknar, har 20,4% færri hava ferðast.

Í august fóru og komu 589 flogfør, svarandi til ein vøkstur uppá 5,2% í mun til august í fjør.

Higartil í ár eru 3.993 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 5,6% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Samlaði flogfarmurin er í august mánaða minkaður við 16,3% frá 78,7 tonsum til 65,9 tons.

Higartil í ár er samlaði flogfarmurin minkaður við 10,9% úr 609 tonsum niður í 542,7 tons.