Stuðulsskipan í sambandi við menning av flogrutum

 Um stuðulsskipanina

Í fíggjarætlanini fyri 2019 hevur Vága Floghavn játtað 2 mió. kr., sum eru ætlaðar – í samstarvið við vinnuna – at marknaðarføra flogrutur til og úr Føroyum.

Endamálið við stuðulsskipanini er:

  • Í samstarvi við vinnuna at menna marknaðarføring av flogrutum til og úr Føroyum, umframt at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál.
  • At stuðla átøkum uttanlands, har beinleiðis ella óbeinleiðis flogrutur verða settar á stovn, ella har nýggir marknaðir og nýggj segment verða gagnnýtt.
  • At stuðla átøkum, sum kunnu menna flogrutur og økja áhugan fyri Føroyum sum ferðamáli.
  • At stuðla átøkum, sum kunnu menna Føroyar sum vinnuferðamál.
  • At stuðul í útgangsstøðinum ikki verður játtaður til vanligu marknaðarføringina hjá eini fyritøku, t.d. kundavitjanir og luttøku á messum, gerð av heimasíðum, faldarum o.l.
  • At stuðla ferðamálum og flogrutum, sum sambært Visit Faroe Islands eru lyklamarknaðir. Hesir marknaðir eru fyrst og fremt norðurlond, Týskland, Stóra Bretland, Holland og Frakland. USA verður eisini mett at vera marknaður við vakstrarmøguleikum.

Marknaðarføringsátøk verða løgd til rættis í samsvari við marknaðarætlanina hjá Visit Faroe Islands.

Í hesum sambandi hevur Vága Floghavn orðað niðanfyri standandi rætningslinjur fyri:

  • Hvat søkjast kann um stuðul til
  • Hvør kann søkja stuðul, og
  • Undir hvørjum treytum, stuðul verður játtaður.

Umsókn skal sendast Vága Floghavn saman við skjølum, sum lýsa verkætlanina.

Í høvuðsheitum skal skjalprógv í minsta lagi viðleggjast fyri hesar upplýsingar:

  • Endamál (stutt lýsing)
  • Neyv lýsing av verkætlanini, som verður send saman við umsóknarblaðnum
  • Upplýsingar um umsøkjara
  • Upplýsingar um samstarvspartar
  • Upplýsingar um verkætlanarleiðara
  • Tíðarætlan
  • Neyv Fíggjarætlan
  • Fíggingarætlan

Umsóknir skulu sendast til fae@fae.fo

Umsøkjarar kunnu venda sær til Vága Floghavn á tlf. nr. 354400 fyri nærri vegleiðing.

Umsóknir verða viðgjørdar av trímannanevnd hjá Vága Floghavn. Um neyðugt, verða umsóknir flýggjaðar Visit Faroe Islands til metingar.

Umsóknarfreistir

Umsóknin skal sendast Vága Floghavn innan settu freistina, sum er 1. mai 2019. Umsøkjarar kunnu søkja innan freistin er úti, og kunnu vænta svar í seinasta lagi 21 dagar eftir, at umsóknin er móttikin.

Hvør kann søkja um stuðul?

Stuðul verður bert latin flogfeløgum, sum virka fyri at betra rutur til og úr Føroyum, og sum ynskja at styrkja sína støðu á útlendska marknaðinum, og at luttaka í arbeiðnum at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnumál.

“Flogfelag” skal í hesum sambandi skiljast sum ein løgfrøðilig eind, sum virkar á handisligum grundarlagi, og sum m.a. arbeiðir við at marknaðarføra flogrutur til og úr Føroyum við Føroyum sum ferðamáli.

Samstarv millum fyritøkur

Í fall fyritøkur samstarva um serliga verkætlan, skal upplýsast um hetta í umsóknini. Fyritøkan, sum vil vera tað felagið, sum flýgur ella hevur ætlan um at flúgva, og sum leiðir samstarvið, skal søkja um stuðulin, og tann fyritøkan fær stuðulin útgoldnan.

Viðvíkjandi samskipan av verkætlanum v.m.

Umsøkjarin skal leggja fram ítøkiligar ætlanir, har allir viðkomandi liðir í verkætlanini eru við, eitt nú fíggjarætlan, tíðarætlan, virkisætlan o.l.

Vága Floghavn kann krevja, at umsøkjarin prógvar, at flogfelagið hevur neyðugu orkuna til at fremja verkætlanina og í tí sambandi fíggjarligu orkuna, umframt starvsfólk við neyðugu førleikunum, sum tryggjar, at ætlanirnar verða hildnar. Vága Floghavn kann seta krøv um:

  • At verkætlanin verður uppbýtt
  • At særligt fyrireikandi arbeiði, eitt nú marknaðarkanning, verður gjørt, áðrenn høvuðsverkætlanin verður verksett, og
  • At framhaldið av eini verkætlan er treytað av nøktandi úrsliti av fyrru verkætlanini.

Stuðul verður ikki latin til innanhýsis ráðgevara- og/ella lønarkostnaðir hjá umsøkjaranum.

Hægsta og lægsta stuðulsupphædd: 

  • Í stuðulsskipanina er fastsett hægsta stuðulsupphæddin, sum Vága Floghavn kann játta. Í mesta lagi 700.000 kr. kunnu latast einstøku fyritøkuni. Vága Floghavn kann víkja frá hægsta markinum, um talan er um stórar felags verkætlanir.
  • Umsóknir um stuðul undir 50.000 kr. verða í høvuðsheitum ikki viðgjørdar.

Stuðul og upplýsingarskylda:

  • Játtanir eru grundaðar á, at upplýsingar latnar av umsøkjara í umsóknini ella á annan hátt eru rættar. Eru tær ikki rættar, kann væntast, at Vága Floghavn krevur afturgjalding frá umsøkjaranum, sum hevur fingið stuðul útgoldnan.
  • Stuðulin er treytaður av, at umsøkjarin heldur egnar ætlanir viðvíkjandi verkætlanini. Verður talan um týðandi broytingar, skal umsókn sendast Vága Floghavn beinanvegin, har søkt verður um góðkenning av broytingini.
  • Umsøkjarin skal upplýsa um annar almennur stuðul verður latin, ella um søkt hevur verið um annan almennan stuðul í sambandi við verkætlanina, og til hvønn part av verkætlanini.
  • Er verkætlanin ikki fullførd xx.xx.xxxx, skal stuðulsmóttakarin senda Vága Floghavn eina ávegisfrágreiðing, sum lýsir støðu og gongd í verkætlanini.

Stuðulsútgjalding:

  • Stuðulin verður útgoldin í einum, tá Vága Floghavn hevur fingið verkætlanarroknskap, skrivliga frágreiðing og meting av átakinum. Er talan um stórar tíðarkrevjandi verkætlanir, kann avtala gerast um ávegis gjaldingar.
  • Vága Floghavn ger av, hvørt verkætlanarroknskapur skal sendast inn saman við tilhoyrandi skjalprógvi av útreiðslum.
  • Verkætlanarroknskapurin skal vera uppsettur soleiðis, at til ber at samanbera við fíggjarætlanina í umsóknini.
  • Eru útreiðslur, sum ikki framganga av fíggjarætlanini, skal upplýsast um hesar.
  • Broytast fortreytirnar fyri stuðlinum stórvegis, og er Vága Floghavn ikki upplýst um hetta og hevur góðkent hesar broytingar, kann Vága Floghavn ikki gjalda stuðulin, uttan so, at talan er um broytingar, sum umsøkjarin ikki hevur ávirkan á.
  • Er stuðulin útgoldin á skeivum grundarlagi, ella broytist grundarlagi fyri stuðlinum, kann Vága Floghavn krevja, at stuðulin verður afturgoldin.