Dutyfree FAE

Dutyfree FAE

Dutyfree FAE er inni í fráfaringarhøllini, og har kunnu ferðandi keypa vørur sambært galdandi tollreglum.

Umframt at keypast kann í handlinum, bjóðar Dutyfree FAE ferðandi møguleika at bíleggja vøruna á netinum áðrenn fráferð, og heinta hana í sergjørdu skápunum, sum standa í handlinum.

Handilin er vanliga opin í sambandi við fráferðir ella komur í sambandi við regluliga rutuflúgving og leigutúrar, ið eru fráboðaðir frammanundan. 
Upplatingartíðirnar verða tillagaðar, tá broytingar ella seinkingar í flogferðsluni eru. 

Leinkja til nethandilin og pre-order skipanina hjá DutyfreeFAE handlinum er her, og kundatænastan kann røkkast her.

Trýst her fyri at síggja fleiri myndir av DutyfreeFAE.

Samband

Telefon: 33 13 24
Teldupost: dutyfree[ a]dutyfreefae.fo