Reglur fyri dronuflúgving

Dronuflúgving í Føroyum er regulerað sambært danskari lóg um loftferðslu, sí leinkjuna droneregler.dk

Tað er Trafik-, Bygge- og Boligstyrelsen og Politi'ið, sum er myndugleiki á økinum. Vága Floghavn hevur sostatt onki við dronuumsiting at gera.

Serligar dronureglur, galdandi fyri Føroyar (og Grønland), eru at finna á hesi leinkju

Heitt verður á fólk, sum hava ætlanir um dronuflúgving, at seta seg væl inn í hesar reglur. Gevið gætur, at ymsar reglugerðir eru galdandi fyri dronur ávíkavist undir og yvir 25 kg. Innanfyri hesar vekt-bólkar kunnu eisini verða serligar ásetingar fyri ymsar flokkar (kategori'ir) av dronum.

Høvuðsreglan fyri dronur undir 25 kg er, at loyvt er flúgva smb. fylgjandi treytum:

  • loyvt er IKKI at flúgva innanfyri ein radius á 5 km frá Vága Floghavn
  • loyvt er IKKI at flúgva nærri enn 150 m frá bygdum øki 
  • loyvt er IKKI at flúgva nærri enn 150 m frá summarhúsum, kampingøkjum o.l. ella har nógv fólk samlast
  • loyvt er IKKI at flúgva í eini hædd, sum er hægri enn 100 m frá jørðini

Brot á reglurnar kunnu verða revsaðar við bót.

 

Visit Faroe Islands hevur eisini gjørt vegleiðing um dronuflúgving í Føroyum, sum er at finna her.