Reglugerðir

Reglugerð fyri hýruvognsførarar og hýruvognar, ið reka virksemi á økinum hjá Vága Floghavn.


Tað er ábyrgdin hjá Vága Floghavn at hava skipaði viðurskifti á økinum, sum Vága Floghavn eigur.
Vága Floghavn er opin fyri almennari ferðslu, men av tí at hýruvognsvirksemi er vinnuligt, skal hetta skipast. Vága Floghavn hevur saman við Føroya Politi til uppgávu at tryggja, at reglur og mannagongdir verða hildnar.


Endamálið við hýruvognsreglugerðini
Endamálið við at skipa hýru-, shuttle- og busskoyringina á flogvøllinum í Vágum er at tryggja, at tey, sum virka á flogvøllinum, fáa betri umstøður at arbeiða, og at ferðafólkini fáa eina jaliga uppliving, tá ið tey skulu til og frá flogvøllinum í Vágum.


Loyvi til at reka hýruvogns virksemi frá Vága Floghavn
Fyri at reka hýruvognsvirksemi frá Vága Floghavn krevst loyvi frá Vága Floghavn, ið er galdandi í 5 ár.
Umsókn um loyvi skal sendast fae@fae.fo. Hetta er galdandi fyri øll feløg og einstaklingar, sum ynskja at reka hýruvognsvirksemi á økinum hjá Vága Floghavn. Fyri at fáa hýruvognsloyvi, og so leingi nevnda loyvi er galdandi, krevst rein revsiváttan. Dagførd revsiváttan skal latast Vága Floghavn, um biðið verður um tað. Sí fylgiskal 1: Umsókn um ”FAE-hýruvognsloyvi”.

Tá umsóknin er góðkend, verður eitt ”FAE-hýruvognsloyvi” (ID-kort) útflýggjað. Hýruvognsloyvið frá Vága Floghavn skal verða sjónligt í rútinum á bilinum. Regluligt eftirlit verður við hýruvognum fyri at tryggja, at tað bert eru skrásettir hýruvognar, sum virka frá Vága Floghavn. Saman við hýruvognsloyvinum verður útflýggjaður brúkari til parkeringskipanina. Førarin skal skráseta sín bil í
parkeringskipanini.

Veitingarskylda
Hýruvognar sum hava FAE-hýruvogsnloyvi og koyra fyri farleiðina flogvøllurin-Tórshavn, hava skyldu til at hava ikki bílagdan hýruvogn á Vága Floghavn til seinastu komu á degnum við rutuflogfari. Sí býti av veitingarskylduni í fylgiskjal 4. Veitingarskyldan merkir, at felagið hevur framíhjárætt. Aðrir bilar kunnu fiska, men teir mugu víkja fyri bilunum, sum hava veitingarskyldu. Reglugerðin um í mesta lagi 5 ferðafólk fyri størri bilar og minibussar er ikki galdandi tá talan er um seinasta rutuflogfar. Feløgini hava loyvi til at samstarva um veitingarskylduna. Veitingarskyldan er galdandi til 90 min aftaná, at seinasta flogfari stendur at lenda í Vágum, sambært
ferðaætlanini.

Parkeringsskipan
Hýruvognsfelagið/eigarin hevur ábyrgd av at dagføra yvirlitið yvir sínar hýruvognar í parkeringskipanini hjá Vága Floghavn. Hýruvognsfelagið/eigari fær útflýggjað ein brúkara, har til ber at strika og leggja afturat hýruvognar. Bert hýruvognar, sum hava eitt FAE-hýruvogvnloyvi, fáa atgongd til skipanina. Reglugligt eftirlit verður gjørt. Misnýtsla av paerkingsskipan v.m. verður revsað sambært fylgiskjal 3.

Skipan av øki til hýruvognar
Fyri yvirlit av økinum, sí fylgjskjal 2. Á fylgiskalinum sæst, hvar bílagdir og ikki-bílagdir hýruvognar skulu standa, tá teir bíða eftir ferðafólki á Vága
Floghavn. Hýruvognar skulu sløkkja motorin, tá teir standa stillir. Uttan mun til ásetingarnar í hesi reglugerð, skulu hýruvognsførarar altíð fylgja boðum frá parkeringsvørðinum ella vakthavandi holdleiðara hjá Vága Floghavn.

Ikki bílagdir hýruvognar (frámerkt 1)
Økið verður soleiðis skipað, at allir hýruvognsførarar, sum ikki eru bílagdir áðrenn komu, sita í bilinum ella standa við sítt egna akfar. Skeltað er/verður soleiðis, at ferðafólk verða beind til hýruvognsplássini.

Tað er fremsti hýruvognur í røðini, sum tekur fólkini uppí. Uttan mun til hvørja støð/eigari bilurin hoyrir til, skulu ferðafólkini beinast til fremsta bilin. Bilurin koyrir, í seinasta lagi, tá ið hann er fullur, t.e. í mesta lagi 4 ferðafólk fyri vanligar hýruvognar, góðkendir til 5 ferðandi og í mesta lagi 5 ferðafólk fyri størri bilar/minibussar. Víkjast kann frá reglugerðini hjá minibussum, um fleiri enn 5 ferðandi ferðast saman, og bussurin ikki hevur onnur ferðandi. Bilurin skal koyra, tá seinasta ferðafólkið er komið út úr farstøðini. Ikki er loyvt at bíða eftir ferðafólkum frá næsta flogfari. Um kundin ynskir at velja annan enn fremsta hýruvogn, skal tað virðast. Sí fylgiskjal 3, nr. 8.

Bílagdir hýruvognar (frámerkt 2)
Bíløgdu hýruvognarnir standa undir hálvtakinum, sí fylgiskjal 2. Førarar til bílagdar hýruvognar hava loyvi til at møta ferðafólkunum í farstøðini. Ynskiligt er, at talið av førarum í farstøðini tó verður avmarkað, og um tað er til ampa í farstøðini, kann parkeringsvørðurin ella holdleiðarin beina nakrar av førarunum út úr farstøðini.

Gjald fyri koyring
Hýruvognsførarar hava upplýsingarskyldu um takstir fyri hýruvognskoyring til og frá flogvøllinum, og prísir skulu greitt framganga á skelti í bilinum og skulu upplýsast fyri teimum ferðandi tá spurt verður eftir tí. Hetta skal skeltast og upplýsast á bæði føroyskum og enskum.
Frá 1. oktobur 2017 er galdandi, ferðafólk skulu kunna gjalda við gjaldskorti. Hetta er ásett fyri at tryggja eitt ávíst tænastustøði fyri hýruvognar, sum arbeiða útfrá Vága Floghavn.

Reglur og revsing
Vága Floghavn ásetur hesar reglur til tess, at hýru-, shuttle og busvirksemi á flogvøllinum kemur í eina fasta legu og fyri at tryggja, at tey vinnurekandi hava greiðar reglur at halda seg til. Sí fylgiskjal 3.

Kostnaður fyri at koyra hýruvognar
Frá 8. juli 2019 tekur Vága Floghavn eitt ómaksgjald fyri eftirlitsvirksemi, leiðbeining o.a. á hýruvognsøkinum. Gjaldið er 10 kr. + mvg fyri hvønn túr uttan mun til longd á túri. Nummarplátan í bilinum skal verða skrásett í parkeringskipanini. Gjaldið verður avroknað mánaðarliga eftir uppgerð hjá FAE. Um gjaldið broytist, skal tað fráboðast í minsta lagi 6 mánaðir frammanundan.


Í samband við møguligar privatar koyringar, endurrindar FAE øllum hýruvognsførarum 120 kr. + mvg um árið. Endurgjaldið verður avgreitt um ársskifti.

Umsiting og gildiskoma
Parkeringsvørðurin og starvsfólk á Vága Floghavn hava ábyrgd av at skipa ferðsluna sambært reglugerðini. Tey hava harumframt heimilid at gera frávik og geva boð. Møgulig frávik og boð skulu fylgjast. Um parkeringsvørður og starvsfólk á Vága Floghavn staðfesta brot á reglugerðina, skulu tey munnliga boða føraranum frá og senda skrivliga frágreiðing til fae@fae.fo. Kærir frá førarum skulu sendast skrivliga til fae@fae.fo. Umsitingin hjá Vága Floghavn viðgerð mál/kærir og boðar føraran frá møguligari revsing.

Hýruvognsreglugerðin kemur í gildi 8. juli 2019.

Vegna Vága Floghavn

Gudny Langgaard
Stjóri

 

Leinkja til Reglugerð við fylgiskjølum og oyðublað at taka niður og skriva út