Vága Floghavn søkir eftir fólki til køkin

Vit søkja eftir fólki til køkin

Ert tú ágrýtin og vilt tú verða starvsfólkið hjá Vága Floghavn, sum tekur sær av matarskipan til øll starvsfólkini? 

Vit eru umleið 25 starvsfólk, sum gleða okkum at møta tær. Tín uppgáva verður at hava ábyrgd av innkeypi, at leggja matarætlan og annars taka tær av borðreiðing og tí, sum har til hoyrir.

 

Arbeiðstið:

Minst 4 tímar um dagin, mánadag til fríggjadag kl. 10:00 – 14:00

 

Løn:

Sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag

 

Vit ímynda okkum at tú :

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt

  • Dugir at gera fjølbroyttan og heilsugóðan mat

 

Førleikar:

  • Viðkomandi útbúgving og royndir, tó eingin treyt

  • Tær dámar at gera mat

  • Tú kemur at arbeiða í einum til tíðir ferðmiklum arbeiðsumhvørvi og mást tí tola broytingar

 

Vónandi kanst tú byrja sum skjótast og í seinasta lagi 1. juli 2018. 

Umsóknir o.a. skulu sendast til fae@fae.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. juni 2018, kl. 12.00.

Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyð Hansen, tlf. 354405 ella umvegis teldupost eyha@fae.fo.