Í samband við útbygging og umlegging av vegakervinum inn á Vága Floghavn, fer arbeiði nú í gongd við at gera eina rundkoyring á eystursíðuni. 

Núverandi vegur verður tískil stongdur og fyribils koyrivegurin verður leiddur ígjøgnum ein part av parkeringsøkinum (P4), sum sæst á myndini við gulu avmerkingini. 

Arbeiðið er farið í gongd í dag, 3. nov. og væntast at verða liðugt 6. des.


Á viðfestu mynd er nýggi koyrivegurin merktur við gulum og øll akfør skulu koyra sambært hesi markering. Løðistøðirnar verða framvegis atkomiligar.

Byggiplássið í samband við at gera gongutunnil undir vegnum millum verandi og komandi víðkaða parkeringsøkið hjá Vága Floghavn, ið er frámerkt við bláum, heldur somuleiðis áfram eina tíð afturat. 

Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi og halda okkum til góðar ómakin.