Seinastu tveir mánaðirnar hevur verið arbeitt við at leggja nýggjan gongutunnil undir vegin millum verandi og komandi víðkaða parkeringsøkið hjá Vága Floghavn.
Sjálvt tunnilsarbeiðið tvørtur um vegin er nú liðugt, og koyrivegurin, sum hevur verið umlagdur í tí sambandi, er opin aftur fyri ferðslu frá mánadegi 26. oktober.
Tó verður tørvur á at varðveita byggiplássið í eina tíð afturat í sambandi við tunnilsarbeiði innanfyri vegin og annað atknýtt virksemi.
Á viðfestu mynd er arbeiðsøkið merkt við bláum. Økið verður frámerkt við skeltum og ljósum og avbyrgt við betong-klossum.

Hetta merkir, at tað fyribils – væntandi til 30. november - ikki verður koyrandi millum parkeringsøkini P3 (leigubilar) og P4 (alment øki), men at fyribils inn- og útkoyringarnar til økini verða varðveittar til arbeiðið er liðugt. Løðistøðirnar verða eisini framvegis atkomiligar.
Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi og halda okkum til góðar ómakin.
