Vága Floghavn hevur í fleiri ár havt gott samstarv við fyritøkuna Simplyture, sum veitara av parkeringsskipan. Í sambandi við at Simplyture fyrr í ár varð lagt saman við norsku fyritøkuni Autopay, hevur verið arbeitt við at dagføra parkeringsskipanina til nýggja Autopay pallin. Hetta skiftið er framt í dag, 29. september 2026.
Fyri koyrandi kundar okkara, sum regluliga gera nýtslu av parkeringsheintleikunum hjá Vága Floghavn, er ikki neyðugt at gera nakað øðrvísi enn vant. Einasta sjónliga broytingin er á gjaldsautomatunum, har rindað verður fyri loknað parkering – her er nýtslumarkamótið eitt sindur broytt.
Parkeringsgjøldini eru óbroytt og enn sum áður er ókeypis at parkera styttri enn 2 tímar. Ein broyting er tó í treytunum fyri tey, ið onkursvegna koyra av økinum uttan at hava rindað fyri sína parkering. Her er freistin fyri at eftirrinda á heimasíðuni broytt úr 72 tímum niður í 48 tímar. Eftir hetta verður rokning send akfarseigaranum og ómaksgjald lagt afturat.
Ein nýggjur hentleiki, ið vit nú kunnu bjóða við Autopay, er ein parkerings-app. Við appini hjá Autopay kann parkeringin avgreiðast ómakaleyst, við at bilurin sjálvvirkandi verður inn- og útskrivaður og parkeringsgjaldið samsvarandi avgreitt við gjaldskorti. Meira kunning um Autopay appina sæst her: https://autopay.io/
Enn sum áður er eisini møguligt at brúka EasyPark appina í sambandi við parkering.
Meira kunning um okkara parkeringsviðurskifti sæst á https://www.fae.fo/fo/til-og-fra/parkeringsvidurskifti
