Dronuflúgving í Føroyum
Í Føroyum eru bæði Evropeisku dronureglurnar og føroyska kunngerðin galdandi.
Hetta merkir, at tú kanst flúgva við dronu á sama hátt sum innan ES. Tó skalt tú vera varðugur við ávís undantøk og seta teg inn í serligu frástøðukrøvini, sum eru galdandi í Føroyum.
Á hesi síðuni eru høvuðskrøvini fyri dronuflúgving lýst. Vinarliga les føroysku kunngerðina um dronur fyri ítøkiligar reglur og ásett frástøðukrøv til ávís øki. Hesar reglur skulu fylgjast, uttan mun til um tú flýgur í "open" ella "specific" bólkinum.
Kort yvir geografiskar dronuzonur í Føroyum
Vitja dronusonur.fo fyri yvirlit yvir dronuzonur í Føroyum.
Flúgving í "open category" sambært evropeiskum dronureglum
Evropeisku reglurnar áseta frástøðu til fólk, krav um dronuprógv og nær váðameting skal latast inn.
- Mest loyvda hædd: 120 metrar yvir jørðini
- Dronan skal altíð vera innan sjónligari linju (VLOS)
- Evropeisk dronuprógv eru galdandi í Føroyum
- Einki prógv krevst fyri dronur undir 250 gramm
- Tú skalt hava rætt dronuprógv til tína dronu
- Dronur, sum eru komnar á marknaðin eftir 1. januar 2022, skulu hava C-merki
Yvirlit yvir frástøðukrøv og avmarkingar sambært føroysku kunngerðini um dronur.
Niðanfyri er yvirlit yvir frástøðukrøv og geografiskar dronuzonur í Føroyum, sambært kunngerð BEK 114 frá 31. januar 2024.
Øll skulu fylgja reglunum í kunngerðini, uttan mun til um dronuprógv krevst ella ikki. Sí kunngerðina HER
- Hald 5 km frástøðu frá Vága Floghavn
- Hald 2 km frástøðu frá tyrlulendingarstøðum (HEMS)
- Undantøk fyri A2 dronuprógv
- Loyvi krevst til at flúgva yvir privata ogn
- Flúgving yvir friðað øki er avmarkað
- Ikki loyvt at flúgva yvir fiskieftirlit ella grindadráp
- Tryggingar krav eru galdandi
Ávís øki krevja loyvi frá danska Luftfarts- og JarnbanustýrinumViðkomandi reglur
- Føroyska kunngerðin um eyka reglur til dronureglurnar
- Føroyska kunngerðin um reglur og mannagongdir fyri ómannað flogfør
Myndugleikarnir, sum hava ábyrgd eru Trafik-, Bygge- og Boligstyrelsen og Løgreglan.
Á heimasíðuni hjá donsku myndugleikunum www.droneregler.dk finnur tú meira ítøkiliga kunning um reglur fyri dronuflúgving.