Kunning
Tíðindi
Hagtøl
Veðrið á flogvøllinum
Vevmyndir
Virkisupplýsingar
Felagið
| Navn | P/F Vága Floghavn |
| Bústaður | Flogvøllur 6, FO-380 Sørvágur |
| Telefon | +298 354400 |
| Heimasíða | www.fae.fo |
| Skrásetingar nr. | 4800 |
| V-tal | 566713 |
| Stovnað | 14. juni 2007 |
| Heimstaður | Sørvágur |
| Roknskaparár | 1. januar - 31. desember |
Nevnd
Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna |
Janus Páll Rein, næstformaður |
Uni Danielsen, nevndarlimur |
Gunn Hanusardóttir Møller, nevndarlimur |
Tórstein á Steig, starvsfólkavalt umboð |
Egil Brandurson Joensen, starvsfólkavalt umboð |
Nanny Ritter Falkvard, starvsfólkavalt umboð (Duty Free) |
Stjórn
Regin Ingolfsson Jakobsen, stjóri |
Grannskoðan
P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki |
Óðinshædd 13, Postbox 30, FO-110 Tórshavn |
Dótturfelag
P/F Duty Free, Sørvágur |
Ársfrásagnir
Privatlív
Privatlív og viðgerð av persónupplýsingum
Dátuábyrgdari
Tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar av Vága Floghavn P/F, 380 Sørvágur, sum er dátuábyrgdari.
Um tú hevur spurningar í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum umvegis teldupost: privacy[ a]fae.fo.
Innsavnan
Vit innsavna tínar persónsupplýsingar á ymiskan hátt.
Í flestu førum fáa vit upplýsingarnar frá tær. Í øðrum førum fáa vit upplýsingar um teg frá øðrum. Tað kunnu vera upplýsingar frá øðrum almennum myndugleikum ella felagsskráir t.d. Akfarsskráin.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit innsavna upplýsingar um teg.
Flutningur av persónsupplýsingum
Í summum førum víðarilata vit tínar persónsupplýsingar. Tað kann vera til aðrar almennar myndugleikar, ráðgevar, grannskoðarar, advokatar v.m.
Vit nýta eisini í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónsupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.
Vit nýta ikki, sum útgangstøðið, veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum.
Um so er, at vit flyta tínar upplýsingar uttanfyri ES/EBS, vilja vit altíð tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum eitt nøktandi verndarstøði av tínum upplýsingum.
Tíni rættindi
Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Rætt til at afturkalla eitt samtykki
Um okkara viðger av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Tá ið tú afturkallar títt samtykki, steðga vit at viðgera tínar persónsupplýsingar, sum var grundað á samtykki.
Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.
Rætt til striking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur okkum rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.
Rætt til innlit
Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit hava um teg. Rætturin til innlit krevur tó, at vit kunnu eyðmerkja serstøku upplýsingarnar um teg. Tað kann tískil vera neyðugt hjá tær at geva okkum supplerandi upplýsingar, um so er at vit ikki kunnu eyðmerkja teg út frá teimum upplýsingunum, vit hava.
Rætt til viðgerðaravmarking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Hetta merkir, at um treytirnar til viðgerðaravmarking eru uppfyltar, at vit einans kunnu viðgera tínar peronsupplýsingar í serligum førum.
Rætt til mótmæli
Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.
Rætt til rætting
Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.
Rætt at klaga
Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú finnur kontaktupplýsingar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.
Rætt til dátuflutning
Tú kanst biðja um at fáa tær persónupplýsingar, sum tú hevur latið okkum, latnar tær í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.
Serligar viðgerðarstøður
Niðanfyri er serstøk kunning um tær viðgerðarstøður, sum eru galdandi fyri Vága Floghavn.
Parkering
Vága Floghavn innsavnar upplýsingar um teg í samband við nýtslu av parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn.
Upplýsingarnar niðanfyri eru eitt ískoyti til treytirnar fyri parkering, sum tú finnur her.
Hvørjar persónsupplýsingar skráseta og brúka vit:
- Nummarpláta (mynd av akfari, sum fevnir um skrásetingarnummarið)
- Komu- og fráferðartíð hjá akfari (tíðarskeiðið)
- Kostnaður fyri parkering
- Gjaldskortupplýsingar (bert fýra tey seinastu tølini á gjaldskort-nummarinum)
- Um tørvur er á tí, verða bústaður og navn á akfarseigara heintað úr akfarsskránni hjá Akstovuni (sí niðanfyri)
Endamál
Endamálið við viðgerðini av upplýsingunum er at avgreiða/umsita tína avtalu um/keyp av parkering frá Vága Floghavn, umframt til hagfrøðislig endamál.
Viðgerðarheimild
Tá ið valt verður at parkera á økinum hjá Vága Floghavn í longri enn 2 tímar, skal gjaldast fyri parkeringina sambært galdandi prísyvirliti. Tá keypir tann parkerandi sostatt eina tænastu frá Vága Floghavn, og harvið verður gjørd ein avtala millum partarnar um veiting av hesi tænastu.
Um goldið ikki verður fyri veitingina innan 72 tímar eftir loknað parkering, má Vága Floghavn senda eftirkrav við posti og heinta neyðugu upplýsingarnar úr Akfarsskránni. Vága Floghavn hevur tá eitt serstakt heimilað áhugamál at heinta og viðgera upplýsingarnar úr Akfarsskránni. Í sambandi við eftirkrav tekur Vága Floghavn eitt ómaksgjald umframt sjálvt parkeringsgjaldið.
Móttakarar
Vága Floghavn víðariletur skrásettu upplýsingarnar einans til veitaran av parkeringsskipanini.
Striking
Skrásettar upplýsingar, ið kunnu knýtast til akfarið, t.e. nummarpláta og mynd, verða goymdar inntil parkeringin er goldin. Tá ið parkeringin er goldin, verða skrásettar upplýsingar, ið kunnu knýtast til akfarið, strikaðar úr parkeringsskipanini 30 dagar eftir lokna parkering.
Upplýsingar, sum eru neyðugar sambært treytunum í roknskaparlógini, verða goymdar í upp til 5 ár.
Upplýsingar til hagtalsendamál, ið ikki kunnu knýtast til ávíst akfar ella fysiskan persón, verða strikaðar aftaná 3 ár.
Farspor
Farspor
Hvat eru farspor (cookies)?
Eitt farspor er ein lítil tekstfíla, sum verður goymd á tíni teldu, fartelefon ella teldli, tá tú nýtir eina heimasíðu ella app. Farspor kunnu ikki innihalda skaðilig forrit ella virus.
Nýtsla av farsporum á heimasíðuni
Farspor verða nýtt til ymsar greiningar av teimum vitjanum, sum eru á heimasíðuni, m.a. til hagtøl og fyri at vit kunnu betra um okkara heimasíðu og gera tína uppliving meira viðkomandi. Meðan nøkur farspor eru neyðug fyri at heimasíðuna kann virka eftir vild, eru onnur farspor upp til tín at velja til ella frá. Tey eru ávíkavist ‘Framíhjárættur’, ‘Hagtøl’ og ‘Marknaðarførsla’. Greitt verður frá hesum valmøguleikum undir ‘Stillingar’.
Samtykki
Tá ið tú góðtekur farspor umvegis okkara farspor-fráboðan, gevur tú títt samtykki til at FAE nýtir farspor sum lýst í hesi fráboðan. Tú kanst til eina og hvørja tíð broyta ella taka aftur títt samtykki við at broyta stillingarnar, eins og tú kanst velja farspor frá. Títt samtykki er galdandi fyri allar síður og undirsíður til fae.fo domenið.
Viðgerð av persónsupplýsingum umvegis farspor
Okkara nýtsla av farsporum kann viðføra viðgerð av persónsupplýsingum, og vit mæla tískil til at tú lesur okkara persónsupplýsingarpolitikk, ið lýsir okkara viðgerð av persónsupplýsingum og tíni rættindi í hesum sambandi.
Hvussu leingi verða farspor goymd?
Tað er ymiskt, hvussu leingi farspor verða goymd á tínari útgerð. Tíðarskeiðið verður roknað frá, tá ið tú seinast var inni á heimasíðuni. Farsporini strika seg sjálv, tá ið tíðin er farin.
Soleiðis velur tú farspor frá
Tú kanst altí velja farspor frá á telduni, teldlinum ella fartelefonini við at broyta stillingar í kaganum. Hvar stillingarnar eru, veldst um, hvønn kaga tú brúkar. Minst tó til, at um tú velur farspor frá, ber ikki til at brúka nógvar ymiskar tænastur á heimasíðum, tí fyritreytin fyri, at tænasturnar virka, er, at heimasíðan kann minnast tey valini, tú gert. Tú kanst velja farspor frá, sum Google Analytics brúkar, her.
Soleiðis strikar tú farspor
Farspor, sum tú áður hevur góðtikið, kunnu altíð strikast aftur. Brúkar tú Windows-teldu við einum nýggjari kaga, strikar tú farspor við at trýsta á knøttarnar: ‘CTRL + SHIFT + Delete’ meðan tú hevur kagan opnan.
Um hetta ikki riggar, ella tú hevur MAC teldu, mást tú fyrst hyggja eftir, hvønn kaga tú brúkar og síðani klikkja á viðkomandi leinkju:
Internet Explorer
Mozilla Firefox
Google Chrome
Opera
Safari macOS
Apple iPhone/iPad
Android
Gev gætur: Um tú brúkar fleiri ymsar kagar, mást tú umsita farsporini í hvørjum føri.
Hevur tú spurningar?
Hevur tú viðmerkingar ella spurningar í sambandi við hesar upplýsingar og/ella viðgerð av persónligum upplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, við at skriva til privacy@fae.fo.
Viðgerð av persónupplýsingum
Veðurmátingar seinasta døgnið
Dronuflúgving